Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur í dag verið á fundi, har hon hevur arbeitt við at áseta longdina á leikbannunum eftir tey reyðu kortini, sum vórðu givin í 1. umfari í Effodeildini. In.fo hevur í kvøld fingið staðfest frá kappingarnevndini hvussu drúgt leikbann hvør leikari fær.
Tað er nú greitt, at meistararnir úr B36 mugu klára seg uttan ein av størstu profilunum, Lukasz Cieslewicz, í tríggjar dystir. Tað er leikbannið, sum hann hevur fingið ásett eftir óneyðuga ruðuleikan eftir at B36 javnaði til 1-1 ímóti EB/Streymi.
Adeshina Lawal fekk somuleiðis beinleiðis reytt kort, tá ið hann var atvold til, at Philip Djordjevic lá eftir á eftir eina størri klandurstøðu í grannauppgerðini ímóti Víkingi. Kappingarnevndin er komin fram til, at hann skal hava leikbann í tveir dystir.
At enda vórðu tveir TB-leikarar útvístir ímóti KÍ. Albert Adu fær tveir dystir leikbann fyri beinleiðis reyða kortið, meðan Martin Tausen má sita uttanfyri ein dyst eftir at hann fekk tvey gul kort.