Felags fyri B36 og ÍF er, at bæði liðini hava fulla úrtøku eftir tvey tey fyrstu umførini. Í morgin hittast tey í Gundadali.
B36 fjepparar vóru kløkkir í gjárkvøldið, tí Lukasz Cieslewicz vandi ikki saman við hinum. Orsøkin var, at hann var smáskaddur eftir góða avrikið í Klaksvík, har hann legði upp til bæði málini. Men teir rokna heilt víst við, at hann verður við í morgin.
Álopsfelagin hjá Lukaszi,Jákup á Borg, var ikki við í Klaksvík, og hann verður ikki við í morgin:
– Eg varð vøddaskaddur, tá ið vit við landsliðnum vóru í Spania, og skaðin plágar framvegis. Nú haldi eg frí frá fótbólti, og so vóna vit, at tað verður betri, sigur Jákup á Borg.
Í gjárkvøldið søgdu teir í B36 farvæl við Inga Højsted. Venjarin, Mikkjal Thomassen segði nøkur góð orð, og eingin ivi var um, at allir í B36 harmast um, at væl lýddi Ingi nú er noyddur at gevast at spæla.
Í Fuglafirði vóna teir, at Bogi Løkin verður førur fyri at spæla, eftir at hann í tríggjar vikur hevur sitið uttanfyri orsaka av knæskaða. Høgni Madsen, sum byrjaði væl seinni enn hinir, er um at koma í venjing at spæla fulla tíð, og Alexander Jovevic venur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur í nakrar vikur.
Sunnudagin vóru Flemming Christensen, venjari, og Bogi Lervig, hjálparvenjari, í Klaksvík og sóu B36 vinna 2-0 á KÍ.
– Talan er um royndar spælarar, ið manna sera væl skipað lið. Tað verður stór avbjóðing í Gundadali, men vit fyrireika okkum so væl, sum vit kunnu, og eftir góðu gongdina í tveimum teimum fyrstu umførunum er lagið gott, og vit fara suður við styrktum sjálvsáliti, sigur Bogi Lervig.










