Lukasjenko: - Prigozjin er í Hvítarusslandi

Tað var leygardagin, at støðan gjørdist rættiliga spent í Russlandi, tá Wagner-deildir nærkaðust russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

- Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, er í Hvítarusslandi.

 

Tað sigur forseti landsins, Aleksandr Lukasjenko, sambært Reuters, sum endurgevur statsriknu tíðindastovuna Belta í Hvítarusslandi.

 

Í morgun vistu útlendskir miðlar at siga, at eitt privat flogfar hjá Wagner-leiðaranum hevði lent í hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minst.

 

Tá var ógreitt, um Wagner-leiðarin var við ella ei, men nú váttar so forseti landsins, at Jevgenij Prigozjin er í Hvítarusslandi.

 

Jevgenij Prigozjin hevur fingið í boði at fáa friðskjól í landinum sambært einari avtalu, sum Aleksandr Lukasjenko hevur gjørt við myndugleikarnar í Kreml.

 

Tað var leygardagin, at støðan gjørdist rættiliga spent í Russlandi, tá Wagner-deildir fyrst høvdu tikið nakrar russiskar býir og seinni nærkaðust russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at Wagner-deildir høvdu skotið niður seks russiskar tyrlur, og at í minsta lagi 13 russiskir flogskiparar og hermenn høvdu latið lív.

 

Sambært avtaluni við myndugleikarnar í Kreml verða hvørki Wagner-leiðarin, ei heldur hansara leiguhermenn, rættarsøktir fyri atgerðina. 

 

Sagt verður eisini, at Wagner-hermonnunum eisini stendur í boði at gerast partur av russiska herinum.