Lukasjenko lovar at fara tá grundlógin er upp á pláss

Hvítarussiski forsetin fer frá, tá ein nýggj grundlóg er upp á pláss. Hann nevnir tó onga dagfesting.

 

Hvítarussiski forsetin, Alekan dr Lukasjenko, fer at leggja frá sær, tá ein nýggj grundlóg er samtykt í landinum. Tað sigur hann við tíðindastovuna Belta sambært Reuters.

– Eg vil ikki arbeiða sum forseti við tykkum undir eini nýggjari grundlóg, sigur Lukasjenko.

Tað er ógrett, nær ein nýggj grundlóg er upp á pláss, men Lukasjenko heldur, at tørvur er á broytinum í grundlógini og tillagingar av valdinum hjá forsetanum.

Tað hevur verið politisk órógv í Hvítarusslandi seinastu mánaðirnar eftir forsetavalið í august.

Lukasjenko var skírdur vinnaril, men úrslitið er ikki viðurkent av stórum pørtum av altjóða samfelagnum – eitt nú ES og USA.

Tann 66 ára gamli Lukasjenko er tikin í eið í Hvítarusslandi, men fleiri ES-lond nokta at viðurkenna hann sum forseta – eisini Danmark.

Í Hvítarusslandi hava verið nógv mótmæli ímóti Lukasjenko, har fleiri túsund hvítarussar hava verið í gøtunum.

Mótstøðufólkið hjá forsetanum hevur kravt, at hann letur valdið til andstøðuleiðaran Svetlana Tikhanovskaja. Hon stillaði eisini upp á forsetavalinum 9. august í ár, men eftir valið flýddi honum til Litavia.

Hvítarussisku myndugleikartnir hava aftur og aftur svarað aftur mótmælunum við handtøkum.

Lukasjenko hevur verið forseti í Hvítarusslandi síðani 1994, tá tað fyrsta valið var eftir loysingina frá Sovjetsamveldinum í 1991 varð hildið. Eingi av valunum í landinum hava sambært valeygleiðarum verið frí val.

Lukasjenko verður týðum róptur »seinasti einaræðisharrin í Evropa«.

/ritzau/