Yvirskriftin kundi sikkurt eisini verið, at Barcelona skal hava meiri bit í álopinum, ella okkurt líknandi. Tí Luis Suarez er í løtuni mest umtalaði fótbóltsspælarin í heiminum, eftir at hann fyrradagin beit italska miðverjan, Giorgio Chiellini.
Les eisini: (Kjak) Hvussu langt leikbann skal Suarez hava?
Framherjin hjá Uruguay, sum til dagligt spælir við enska Liverpool, er nú ávegis til FC Barcelona. Tað skriva nøkur av størstu bløðunum í Spania. Sambært teimum, so fær Liverpool áleið eina hálva milliard krónur, umframt at kilska Alexis Sanchez í býti. Tað ljóðar eisini, at spanski landsliðsspælarin, Pedro, er ein mótvekt í handlinum.
Ymiskar meiningar um Suarez
Liverpool kempaði alt farna summar fyri at halda fast upp á álopsessið hjá teimum. Nú er líkt til, at tað verður sama søgan hetta summarið. Luis Suarez bleiv í fjør valdur til ársins spælara í Premier League.
Les eisini: Tippaði Suarez at bíta og vann
Bretskir viðmerkjarar eru í tvíningum, tá tað kemur til Luis Suarez. Summir halda, at Liverpool bara skal selja Luis Suarez, tí ímyndin av honum blívur verri orsaka av hansara atburði á vøllinum.
Aðrir halda, at Liverpool í Luis Suarez hevur kanska besta spælaran í heiminum farna kappingarár, og tí kunnu pengar ikki keypa ein avloysara. Tað er ikki ókent, at Real Madrid og FC Barcelona keypa bestu spælararnar úr Premier League. Millum teirra eru Cristiano Ronaldo, Gareth Bale, Xabi Alonso, Cesc Fabregas, Javier Mascherano og Thierry Henry.
Tí kann tað verða torført hjá Liverpool at standa í vegin, um FC Barcelona setur øll segl fyri at fáa Luis Suarez.
Belgiskt álopstalent sum avloysara
Divock Origi var ein av tíggju spælarum, ið in.fo skrivaði um undan HM endaspælinum, sum tú skalt halda eyga við. 19 ára gamli framherjin, ið spælir við Lille í Fraklandi, verður mettur sum eitt stórt álopstalent í Evropa.
Les eisini: (HM 2014) Tíggju spælarar at halda eyga við
Selur Liverpool Luis Suarez, so er ljóðar, at Divock Origi er ein av teimum, sum Brendan Rodgers ynskir at fáa til Liverpool. Umftamt Liverpool, so eru Arsenal og Tottenham áhugaði í at fáa skjóta framherjan, sum enn manglar at fáa sítt veruliga gjøgnumbrot. Hann hevur tó longu skotið mál í HM endaspælinum í Brasil.