Tað verða Chelsea og Bayern Munchen, sum skulu í pottin saman við Paris Saint-Germain, Liverpool, Real Madrid, Borussia Dortmund, Manchester City og FC Porto, tá lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður fríggjadagin. Chelsea vann í kvøld 2-0 á Atletico Madrid, meðan Bayern Munchen vann 2-1 á Lazio.
Chelsea (1)-(0) Atletico Madrid 2-0
1-0 Hakim Ziyech, 34
2-0 Emerson, 90+4
Chelsea vinnur samanlagt 3-0
Tað var spenningur undan dystinum á Stamford Bridge, men tað bleiv sjáldan ordiliga spennandi. Chelsea letur fá mál inn og Atletico Madrid hevur til tíðir torført at skjóta mál. Hetta gav eitt støðugt trýst frá gestunum, men vertirnir revsaðu við mótmálopum.
Mest umstrídda støðan var tá, Atletico Madrid vildi hava brotsspark, men dómarin segði nei. Tíggju minuttir fyri hálvleik gav eitt mótálop mál, tá Timo Werner spældi Hakim Ziyech leysan.
Atletico Madrid royndi enn meiri í seinna hálvleiki, men tað gekk so illa, at Diego Simeone valdi at skifta toppskjúttan, Luis Suarez, út tíðliga í seinna hálvleiki. Chelsea setti punktum í yvirtíðini, tá innskifti Emerson skoraði eftir skjótálop.
Bayern Munchen (4)-(1) Lazio 2-1
1-0 Robert Lewandowski, 33 br
2-0 Eric Maxim Choupo-Moting, 73
2-1 Marco Parolo, 82
Bayern Munchen vinnur samanlagt 6-2
Tað var lítil spenningur í Týsklandi, har Bayern Munchen var á odda 4-1 undan returdystinum móti Lazio. Robert Lewandowski umsetti brotsspark eftir 33. minuttir, og eitt stórt korter skoraði fyrrverandi Stoke og PSG spælarin, Eric Maxim Choupo-Moting. Marco Parolo minkaði um munin stutt fyri tíð, men leikluturin hjá Lazio bleiv ongantíð nakar annar enn sum statistar hjá Bayern Munchen.
Champions League 1/8:
Borussia Dortmund (3) – (2) Sevilla 2-2
1-0 Erling B. Håland, 35
2-0 Erling B. Håland, 54 br2-1 Youssef En-Nesyri, 69 br
2-2 Youssef En-Nesyri, 90+6
Borussia Dortmund vinnur samanlagt 5-4
Juventus (1) – (2) FC Porto 3-2 eftir longdaleiktíð
0-1 Sergio Oliveira, 19
1-1 Federico Chiesa, 49
2-1 Federico Chiesa, 63
2-2 Sergio Oliveira, 117
3-2 Adrien Rabiot, 119
FC Porto vinnur samanlagt 4-4 við regluni um fleiri útivallarmál
Liverpool (2)-(0) RB Leipzig 2-0
1-0 Mohamed Salah, 70
2-0 Sadio Mané, 74
Liverpool vinnur samanlagt 4-0
PSG (4)-(1) FC Barcelona 1-1
1-0 Kylian Mbappé, 31 br
1-1 Lionel Messi, 37
PSG vinnur samanlagt 5-1
Manchester City (2)–(0) Borussia Monchengladbach 2-0
1-0 Kevin De Bruyne, 12
2-0 Ilkay Gundogan, 18
Manchester City vinnur samanlagt 4-0
Real Madrid (1)–(0) Atalanta 3-1
1-0 Karim Benzema, 34
2-0 Sergio Ramos, 60 br
2-1 Luis Muriel, 83
3-1 Marco Asensio, 85
Real Madrid vinnur samanlagt 4-1