Í kvøld fara limir í Føroya Ellisakførum at lufta gomlu bilunum og koyra ein túr í Havnargøtum.
Ellisakførini hittast í Tórsgøtu uttan fyri Miðlahúsið í kvøld klokkan 19:30, har teir fara at standa eina løtu. Síðani verður farið ein túr ígjøgnum býin, og klokkan 20:30 steðga øll Ellisakførini uttan fyri Tórshavnar Býarsavn í Niels Finsensgøtu – har sum Tórs Cafeteria var fyrr – har eldsálin Birgar Johannesen fer at greiða frá um nýggja savnið, sum letur upp í næstu.
Eftir tað fara ellisakførini aftur ein túr ígjøgnum býin.
Limir í Føroya Ellisakførum plaga at skipa fyri slíkum túrum í Havn hóskvøld í summarhálvuni – og tá tað viðrar.
Felagið Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992, og síðani tá hevur verið fastur siður at koyra raðkoyring við gomlu bilunum og motorsúkklunum á flaggdegnum.
Hóskvøldið 19. mai kokkan 19:30 hittast vit við ellisakførum í Tórsgøtu uttan fyri Miðlahúsið. Vit fara at koyra ein túr gjøgnum býin, og klokkan 20:30 fara vit at vitja á Býarsavninum í Niels Finsensøtu (gamla Tórs Cafeteria), har Birgar Johannesen fer at greiða frá um savnið og um virksemið hjá savninum. Aftaná koyra vit aftur ein túr ígjøgnum býin.