Luddi í Dali, sum hann var kallaður, var ein av teimum kendu brøðrunum í Dali. Foreldrini vóru Christian Michael Jacobsen (1823-1886), kalsmaður (hjálparmaður hjá sýslumanni), og Anna Lydersdatter, f. 1820 á Toftum. Tey giftust í Havnar Kirkju 4. september 1845 og fingu átta børn. Tey vóru:
Sofia Maria. F. 25.10 1845. Hana fingu tey mánaðin eftir, at tey giftust. Hon giftist á Bornholm, har hon fekk eftirnavnið Skov. Tey fingu so eina dóttir Anna f. 1881.
Luddi var so næstur, og eftir hann komu:
Mikkjal (1849-1938), giftist við Ellen Elisabeth Jacobsen f. 1843. Tey fingu seks børn. Ein sonur Johan Sofus f. 1889 gekk í 1928 burtur við Martu, har hann var skipari.
Christian, loðsurin kallaður, er fyrr umrøddur í hesi røð.
Johan Sofus (1854-1860).
Sunnuva (1857-1860. Tey hava tískil mist tvey børn, 3 og 6 ára gomul, sama ár.
Julius Simon (1859-1923) giftist við Johannu Frederikku Poulsdatter f. 1860 í Svínoy.
Tað er ein serlig søga um dóttir teirra Anna Cathrina (1885-1896). Eg varð í summar gjørdur varur við ein gravstein, sum stóð beint við inngongdina til kirkjugarðin í Mikladali. Søgan var, at henda genta var komin til Mikladals fyri eitt stytri ella longri tíðarskeið. Táið foreldrini ikki høvdu hoyrt frá gentuni langa tíð, fóru tey at fregnast eftir henni. Tá komust tey eftir, at hon var bæði deyð og grivin, uttan at tey visti av tí. Tað kann væl hugsast, at foreldrini tí hava reist hendan steinin, sum er størri enn vanligt hjá børnum.
Johan Sofus f. 1862 giftist við Onnu Elisabeth Olsen (1864-1925) sum fyrr er umrødd í hesi røð. Hon var systir Óla Svendsen og er grivin saman við foreldrum sínum. Sum skilst hevur hjúnarlagið neyvan verið gott. Tey fingu eingi børn.
Børnini hjá Ludda
Luddi var politistur, arbeiðsmaður og postførari. Petur Háberg minnist hann sum ein lágan mann við hvítum skeggi. Tað var ikki frítt fyri, at børnini fingu jólakenslur, tá ið tey sóu hann.
Tað er ikki nógv skrivað um Ludda. Men hann var umframt annað eisini postførari. Um hetta skrivaði Jens á Reyni, at posturin varð sendur út á bygdirnar við lítargóðum monnum. Gamli Konrad fór í Norðoyggjar, Petur í Mattalág til Sandoyar og Suðuroyar, Luddi í Dali fór í Sundalagið og til Eiðis og Kristian í Dali, beiggi hansara, mundi fara vestur eftir.
Tað er óneyðugt at siga, at tað hevur verið stríggið hjá postførarum uttan mun til, hvørja leið teir fóru.
Luddi giftist 15. februar 1871 við Elsebeth Cathrine Hansdatter úr Havn. Tey fingu seks børn.
Christian Michael (1871-1960). Hann giftist í 1894 við Elsebeth Helene Larsen f. 1872 úr Porkeri. Tey fingu fýra børn. Elsebeth Katrina f. 1897, Johan f. 1898, Frida f. 1901 og Helmer, f. 1909. Tey fyrstu trý børnini doyðu ung, og tað var bert Helmer sum gjørdist gamal. Hann var maskinmeistari. Helmer eigur tvey abbabørn í Havn.
Anna Trondine (1874-1966.) Gift við Joen Pauli Joensen (Palla Tryk).
Anna Sofía (1878-1952) gift við Jens Martin Mohr av Sandi.
Hansina (1891-1966) gift við Niels Christian Jacobsen Rein
Komið verður til døturnar í komandi parti.
Sigurd Martin f. 1883. Hann endaði í Danmark.
Ludvig Einar (1886-1953). Hann var skipari og búsettist í Minneapolis í USA. Síðan legðist hann uppá land og bleiv prentari. Hann átti eftirkomarar, sum hava verið í Føroyum. Samband er framvegis við onkrar teirra.
Ludda Kristian
Nú venda vit aftur til sonin Christian, vanliga kallaður Ludda Kristian. Tá ið hann doyði, vóru skrivað minningarorð um hann í Dagblaðnum og Tingakrossi..
Christian var kendur um allar Føroyar bæði sum handilsmaður, ja, og ikki at gloyma frá grindaferðum. Heilt frá ungum tók hann lívið soleiðis sum lívið má takast, um livast skuldi í hesum landi. Tað var seiggi í Christian hjá Ludda, sum tað var í allari ættini hjá Kristjani í Dali.
Christian hevði sum heilt ungur uttan iva havt stórar dreymar um framtíðina. Hann hevði bestan hugin at fara til sjós, men tað dámdi foreldrunum einki. Hann byrjaði sum krambakallur í Thorshavns Handelsforening hinumegin aldamóti hjá tí kenda Jens Olsen.
Men Christian vildi meira enn tað. Hann skuldi sjálvur leggja grund undir nýggjan og stóran handil, sum ikki skuldi vera aftanfyri hinar handlarnar í Havn. Hann legði nógv til, og tað tyktist eisini at bera til. Handilin vaks, og hann fekk sær fleiri skip sum Thorshavn, sum seinni gjørdist Connonboro Castle, William & Rebekka, seinni Viðoy, Livingstone, Spurn og Neptun og okkurt afturat. Hann hevði eisini virksemi saman við Pola í Dali.
Men í 1902 fór alt á húsagang. Christian misti alt og stóð eftir á berum. Tá tók hann postflutningin eftir pápa sín, og hann fór eisini at rógva út. Sum útróðrarmaður hevði hann orð fyri at vera sera skilagóður.
Christian var politisk og mentaliga vakin maður. Hann var ein av teimum sum saman við Rasmus Effersøe stovnaði Føroya Framburðsfelag, sum seinni rann saman við Havnar Framburðsfelag. Her var hann virkin alt sítt lív. Hann gjørdist eisini heiðurlimur í felagnum
Christian var eisini ein av teimum sum saman við Kristin í Geil fekk byrjað útgávuna av Tingakrossi í 1901, og hann var eisini álit at skriva í blaðnum. Hann var í Danmark saman við øðrum og fekk maskinur til prentsmiðjuna. Tað er kent, hvussu stóran týdning hetta blaðið fekk.
Tá heimsbardagin brast á í 1914 og Føroyar fingu Færøernes Amtskommunale Vareforsyning, fekk hann starv har.
Tá kom hann at samstarva við Harald Haraldsen, sum vit fara at umrøða seinni í hesi røð. Teir fóru at fáast við stórhvalaveiðu, men hetta bar ikki til.
Hann royndi aftur at manna seg upp til handilsskap, men hetta gekk heldur ikki.
Men einki boygdi CMC, sum hann eisini var kallaður. Hóast hann var komin so langt upp í árini, hevði mist alt tríggjar ferðir, og harafturat hevði mist nærum øll síni, so bar hann sítt høvur hátt til tað allarseinasta.
Keldur:
Viggo Christiansen og Gunnvør Vestergaard
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá døtrunum hjá Ludda. Ein teirra Anna Sofía Mohr er grivin í gamla kirkjugarði