Lucas var einasti málskjútti á Dungasandi

07 Vestur er komið á stigatalvuna, meðan skálamenn framvegis eru sørir

Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið 07 Vestur í regni og vindi á Dungasandi í kvøld hevði vitjan av Skála.

 

Einasta málið varð skorað tveir minuttir eftir steðgin. Málskjútti var fremsti maður Lucas Gardar, sum var fyrstur á, eftir at bólturin hevði verið á træverkinum. Uppleggið til málið átti Edvin Jakobsen, sum í mong ár var ein av álitismonnunum á Skála.

 

Fyri tað mesta gekk tað javnt á, og báðir partar høvdu møguleikar at skora mál. Í fyrra hálvleiki hevði Skála bóltin á stólpanum eftir horna, og sum tíðin leið í seinna hálvleiki spentu skálamenn álopsbogan alt meiri.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, hevði Skála risastórar møguleikar til bæði at javna og at skora sigursmálið. Í báðum førum varð bólturin eitt sindur úr høgru sendur omanfyri málið.

 

Hetta var fyrsti sigurin hjá 07 Vestur í ár, og hetta er fyrsta ferðin í ár, at 07 Vestur vinnur stig.

 

Skála bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum í ár. Skála hevur tapt allar tríggjar dystirnar við einum máli: 2-1 á heimavølli ímóti HB og 2-1 á útivølli ímóti B68 og í kvøld 1-0 á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

At EB/Streymur í gjárkvøldið spældi máleysan javnleik ímóti KÍ, og at 07 Vestur í kvøld vann ímóti Skála ber við sær, at Skála er einasta liðið, sum ikki er komið á stigatalvuna.

 

Eftir landsliðssteðgin fer Skála at spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi, og tá fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti AB.