Loysnin upp á innkomuvegin nærkast

– Eg vænti, at vit heilt skjótt finna eina loysn, soleiðis vit kunnu fara undir at gera innkomuvegin allan vegin frá rundkoyringini uppi á Hvítanesi og út í Marknagil.

Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur og formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu.

Seinastu tíðina hava verið samráðingar millum Tórshavnar kommunu og Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, og Tróndur Sigurðsson letur væl at samráðingunum.

Jørgen Niclasen segði við in.fo 15. mars, at hann var klárur við eini verklagslóg, sum í minsta lagi snúðu seg um at gera tann partin av vegnum lidnan, sum hevur staðið í hálvum gekki í fleiri ár. Tað snýr seg um strekkið millum Villingadalsvegin og Klingruna. Men tann ætlanin í sær sjálvum loysir trupulleikan við ferðsluni inn til Havnar.

– Men eg havi havt fund við Trónd Sigurðsson, formann í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu. Har kom fram ynski um at gera eina »Runavíkarloysn«, eina loysn, har landið rindar eina ávísa upphædd, men at kommunan so ger arbeiðið, segði Jørgen Niclasen.

– Men vit eru ikki samdir um upphæddina, segði hann eisini.

Tróndur Sigurðsson væntar eina loysn heilt skjótt – og tað verður ein loysn, sum fevnir um alt strekkið frá rundkoyringini oman fyri Rossagil á Hvítanesi og heilt út í Marknagil: Vegur verður gjørdur frá rundkoyringini og út í Villingadalsvegin og haðani skal tunnil so gerast út í Marknagil.

##med2##

– Tað gevur onga meining at tosa um annað enn ein tunnil úr Villingadali út í Marknagil, tí so ferð øll ferðslan eftir Villadalsvegnum, og tað ber als ikki til, sigur Tróndur Sigurðsson.

Samráðingarnar snúgva seg um, hvussu nógv hvør parturin skal rinda av verkætlanini, Tórshavnar kommuna og landið.

Formaðurin í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu sigur, at samráðingarnar við Jørgen Niclasen hava verið góðar, og tey merkja, at landsstýrismaðurin er sinnaður at loysa málið.

– Hetta er eitt gamalt mál, sum kanska er 25 - 30 ára gamalt. Vit kenna á okkum, at málið verður loyst nú, sigur Tróndur Sigurðsson.