Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum sigur, at enn er ov tíðliga at úttala seg um, hvørjar ítøkiligu loysnirnar vera í málinum um sokallaðu proformasølurnar og ótilvirkaða fiskin, sum í stórum nøgdum fer av landinum.
- Støðan skal broytast, tað verður arbeitt við málinum, og vónandi fer tað ikki at líða ov langt út á heystið, áðrenn møguligar loysnir koma á borðið, sigur Bjørn Kalsø.
Fiskimálaráðharrin er ikki nøgdur við núverandi støðu, sum ikki fullfíggjar endamálið við lógini um, at 75% av fiskinum skal bjóðast út í Føroyum.
- Mín uppgáva er m.a. at syrgja fyri javnbjóðis kapping, og kappingin tykist ikki vera í hásæti nú, sigur Bjørn Kalsø. Hann ivast eisini í, um so stórur munur er á prísinum í Føroyum og uttanlanda.
- Men allir partar skulu hoyrast í málinum, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd, sigur ein fáorðaður landsstýrismaður við fiskivinnumálum at enda.










