Loysn á barnaansingartrupulleikanum í Klaksvík

Tað er trupult hjá foreldrum í Klaksvíkar kommu at fáa vøggustovu og barnagarðspláss til børn teirra

Tað er trupult hjá foreldrum í Klaksvíkar kommu at fáa vøggustovu og barnagarðspláss til børn teirra. Mett verður, at trupulleikin er eins stórur í Klaksvík sum í Havn at fáa børnini ansað. Sosiala nevnd hjá Klaksvíkar Býráð hevur nú saman við umsitingini arbeitt við trupulleikanum og vónandi fer úrslitið av hesum arbeiði at vísa seg í næstum.

Í dag eru 80 dagrøktarpláss, 82 barnagarðspláss og 10 vøggustovupláss í Klaksvík, men tað nøktar langt frá tørvin. Arbeitt verður við at seta á stovn vøggustovu fyri børnum í aldrinum 0 til 3 ár, samstundis sum ein útibarnagarður fyri børn í 5 til 7 ára aldri eisini verður veruleiki í ár. Í skrivi sigur sosiala nevnd, at landsmyndugleikarnir mugu geva sína tilsøgn í hesum føri.

Ætlanin er somuleiðis, at frítíðarheimið skal lata upp eftir summarfrítíðina fyri børnum í skúlaaldri.