Loysir tað seg at menna økini í Føroyum?

Vit hava brúkt milliardir upp á økismenning, men hevur tað loyst seg? Tað er ein spurningur, ið kjakast verður um á Rás2 nú seinnapartin


Hví flyta fólk úr utjaðaranum í Føroyum, hóast milliardir av krónum eru brúkar upp á at menna útjaðaran?

 

Tað er ein spurningur, Óli Breckmann reisir í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag.

 

Er tað tí at tað ikki loysir seg at búgva í útjaðaranum.  Ella loysir tað seg yvirhøvur at búgva í Føroyum, spyr hann eisini.

 

Til at kjakast um Føroyar fyrr, Føroyar í dag og Føroyar í framtíðini, hevur Óli Breckmann fingið trý fólk við sær í Rás2.

 

Tey eru Johanna Maria Isaksen, húsmóðir á Húsum á Kalsoynni, Petur Jacob Sigvardsen, fólkalívfrøðingur frá Gjógv, og Sólvit Nolsøe, samfelagsfrøðingur, úr Dali.

 

Hóast teir báðir eru ættaðir av bygd, búgva teir í Havn.

 

- Løgtingið hevur síðan seint í fimtiárunum játtað risa upphæddir til at broyta eitt av heimsins mest tvørligu og avbyrgdu infrakervum frá náttúrunar hond, til eitt samanhangandi landøki, búskap og marknað.

 

Men spurningurin er um tað hevur loyst seg, tí á nógvum plássum minkar fólkatalið alsamt.

 

Ein spurningur, tey fara at tosa um á Rás2 seinnapartin, er, hvat vit skulu gera, um so er, at fólkaflytingin hesi farnu 60 árini av bygd í bý, heldur fram - og verður til eina fólkaflyting úr Føroyum til eitt nú Keypmannahavnar, ella aðrastaðni.

 

- Í 800 ár var búsetingin í Føroyum støðug eini 3-4.000 fólk og tey búðu, mestsum øll, í teimum gomlu markatalsbygdunum.

 

- Frá fyrru helvt í 19. øld fjølgaðist fólkið sum ongantíð fyrr. Tær gomlu bóndabygdirnar vuksu í fólkatali. Skjótt varð eisini neyðugt at flyta fólk av gomlu búplássunum út í nýggjar niðursetubygdir at velta fleiri matkeldur upp úr nýggjum og rógva út til at metta fleiri munnar.

 

- Tann Kongligi einahandilin veik fyri fríhandli í 1856. Nýggjar vinnulógir góvu føroyingum persónligt frælsi úr statsligum bondum til nýggjan hugsanarhátt, andligt, politiskt og upplýsingarfrælsi og -ikki um at tala- frælsi til at eiga ogn, virka og vinna frítt.

 

Jørðin gav bert tað sama av sær - undantikið tann vaksandi eplagrøðin, sum mettaði nógv fleiri munnar enn kornið.

- Mest ráddi um innløguna úr haga, bø og serliga úr sjónum.

 

Óli Breckmann staðfestir, at flutningssambandið ímillum Føroya og útlond batnaði gjøgnum 19. øld og tryggjaði fólki neyðsynjavørur.

 

- Størst mun gjørdi tó tann vaksandi útróðurin við opnum bátum og síðan sluppfiskiskapurin frá 1890.

 

Fólkatalið tvífaldaðist úr 5.000 í 1800 upp í 10.000 um 1880. Síðan tvífaldaðist tað aftur til 20.000 við endan av fyrra heimsbardaga og einaferð enn til nærum 40.000 um 1970.

 

- Hesin risa fólkavøkstur noyddi fólk at flyta í hópatali út á bygdir, har stutt var at rógva út á havmiðini.

 

- Serliga nógv fluttu til bygdir við kyrruvágirnar, har sluppirnar kundu liggja um veturin, tá flesir fiskimenn vóru heima.

 

- Henda fólkaflyting helt fram at nøra um bygdirnar fram seinna kríggj. Seint í 50-árunum komu nýggir stállínubátar í hópatali og trolarar. Inntøkur frá teimum løgdu búskaparliga grund undir tær Føroyar, vit kenna í dag.

 

- Prísurin fyri ta nýggja peningasamfelagið var, at fólkið, serliga úr tí yngra endanum, flutti av smábygdum og útjaðaranum, inn móti stórplássum, har tað var høgligari at liva.

 

- Fólkatalið í Tórshavn lá í nøkur hundrað ár um 10% av landsins íbúgvaratali.

 

- Eftir at heimastýrislógin varð samtykt í 1948 búsettust lutfalsliga og absolutt fleiri og fleiri fólk í høvuðstaðnum, her tann almenna umsitingin savnaðist og vaks í vavi. Danski statskassin spýtti væl í til alment virksemi.

 

- Í høvuðstaðnum eru flest almenn arbeiðspláss, sum krevja bókliga útbúgving, almanna- og heilsuverkið, útbúgvingarstovnar og so handils- og tænastuvinnur, tí í Havn liggja tær frægast fyri landafrøðiliga.

 

- Í dag býr næstan 40% av Føroya fólki í Tórshavnar kommunu. Fólkatalið kring ásan Klaksvík, suður-Eysturoy og Vágar stendur í stað.

 

- Men størst broyting hevur farnu 60 árini hevur verið fráflytingin úr útjaðaranum, har fólkatalið er minkað, staðfestur Óli Breckmann.