<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Avreiðingar uttanlands
Sum heild hevur tað ikki loyst seg hjá føroyskum fiskiskipum at avreitt uttanlands.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum Ráfiskakeyparafelagið hevur gjørt.
Mangan verður annars sagt, at prísirnir eru nógv betri uttanlands enn í Føroyum, men uppgerðin hjá Ráfiskakeyparafelagnum vísur týðiliga, at verður hugt eftir einum longri tíðarskeiði, er hetta ikki so.
Tað skerst neyvan burtur heldur, at tað eru tær góðu sølurnar, sum fólk minnast best.
Ráfiskakeyparafelagið hevur kannað miðalprísirnar, sum skipini, ið hava avreitt uttanlands, hava fingið fyri fiskin í 10 teir fyrstu mánaðirnar í fjør og samanborið teir við miðalprísirnar í Føroyum.
Agnar Jensen sigur at tølini eru frá Hagstovuni, men at Ráfiskakeyparafelagið hevur gjørt uppgerðina, sum eisini stendur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Hann sigur, at úrslitið av kanningini er, at eftir landingarprísunum í miðal, loysir tað seg ikki hjá skipum at avreiða so nógv uttanlands, sum tey gera.
Ráfiskakeyparafelagið sigur, at ein uppgerð yvir miðalprísirnar lýsir ikki spurningin til fulnar. Men miðalprísurin vísur prísgongdina eitt ávíst tíðarskeið.
Annars eru tað altíð einstakir túrar, har tað loysir seg betri at avreiða uttanlands, men sum heild hevur tað ikki loyst seg.
Tað sæst eisini á talvunum, at prísurin er nógv meira svingandi uttanlands og at hann er nógv meiri støðugur í Føroyum.
Og samanumtikið staðfestir Ráfiskakeyparafelagið, at niðurstøðan má vera, at ein stórur partur av fiskinum, sum er avreiddur uttanlands, hevði fingið líka góðan, ella betri prís frá føroyskum keyparum, tá ið alt roknistykkið er gjørt upp.
Fyri at lýsa gongdina, hevur Ráfiskakeyparafelagið gjørt nakrar talvur, sum vísa tann prís, sum keyparar í Føroyum og uttanlands, hava latið fyri fisk, sum er avreiddur til ávíkavist føroyskar og útlendskar keyparar.
- Hetta eru avreiðingarprísirnir til skipið. Men tað skal eisini havast í huga, at tað kostar nógv meira fyri eitt fiskiskip at sigla til útlendskar havnir við fiskinum enn at avreiða í Føroyjm, higar tað er stutt at sigla.
- Harafturat eru avgreiðslugjøld, sølugjøld og krøv til yvirvekt, vanliga nógv størri í útlondum enn í Føroyum.
- Hesir eyka kostnaðir eru ógvuliga ymiskir, alt eftir, hvørji fiskasløg, talan er um, og hvar skipið avreiðir.
Ráfiskakeyparafelagið sigur, at tí er tað ringt at geva eitt miðaltal fyri, hvussu nógv skal leggjast upp fyri, fyri at kunna samanbera prísirnar í Føroyum og uttanlands.
Men ofta verður mett, at fyri at tað skal loysa seg at avreiða uttanlands, skal prísurin verða einar tríggjar krónur hægri fyri kilo enn í Føroyum.
Og taka vit toskin, sæst í yvirlitinum hjá Ráfiskakeyparafelagnum, at miðalprísurin á toski, sum er avreiddur til føroyskar keyparar, hevur tað mesta av árinum verið hægri enn miðalprísirnir av toski landaðir beinleiðis til útlendskar keyparar. Í Føroyum var prísurin við ársbyrjan einar 17 krónur fyri kilo og uttanlands var hann 14 krónur. Tað er ikki fyrrenn í juni, at miðalprísurin uttanlands fer eitt sindur upp um prísin í Føroyum. Alt fyrra hálvár í fjør, var prísurin í Føroyum væl hægri enn utanlands og ímóti ársenda í fjør var næstan ongin munur.
Hinvegin er miðalprísurin á hýsu meiri skiftandi, men í meðal er prísurin á hýsuni, sum er avreidd uttanlands, góðar tríggjar krónur hægri fyri kilo enn í Føroyum. Tríggjar krónur er áleið tað, sum skipini hava av ymsum eyka kostnaði av at avreiða uttanlands.
Verður hugt eftir upsanum, sæst, at ´prísirnir eru lækkaðir nógv í árinum. Munurin í millum føroyskar keyparar og útlendskar keyparar er í miðal 0,45 krónur, sum prísurin hevur verið betri uttanlans. Hetta er nógv minni enn tað, sum tað kostar skipunum av eyka útreiðslum av at sigla uttanlands við fiskinum.
Ein triðingur fer av landinum
Annars vísir kanningin hjá Ráfiskakeyparafelagnum, at í tíðarskeiðinum januar til oktober í 2003, eru 30.299 tons av toski, hýsu og upsa farin óvirkað av landinum.
Tað er umleið ein triðingur av tí, sum er fiskað av hesum fiskasløgum.
Feskfiskanøgdir tons jan.- okt. 2003
Veiða
Útflutt heilt
Heilt í %
Toskur
29.755
6.790
23
Hýsa
21.953
12.236
56
Upsi
40.060
11.273
28
Hendan talvan vísur, vísur nógvur fiskur er farin óvirkaður av landinum í tíðini januar til oktober í 2003
Tað sum verður útflutt óvirkað, verður partvís avreitt beinleiðis til útlendskar keyparar og partvís verður tað avreitt í Føroyum og síðani útflutt.
Feskur heilur fiskur tons jan.- okt. 2003
Útflutt heilt
Avreitt uttanl.
Avreitt í Før.
Toskur
6.790
4.107
2.683
Hýsa
12.236
3.531
8.705
Upsi
11.273
6.910
4.363
Hendan talvan vísur, hvussu nógv av tí fiski, sum feróvirkaður av landinum, er avreiddur uttanlands og, hvussu nógv er avreitt í Føroyum og síðani sent uttanlands
Uppgerðin vísur eisini, at av tí toski og teirri hýsu, sum fór óvirkað av landinum frá januar til oktober í fjør, vórðu umleið 60 % avreitt uttanlands og 40% vórðu avreitt í Føroyum og síðani flutt av landinum.
Men hvat hýsu viðvíkur, vórðu meiri enn tveir triðingar avreiddir í Føroyum og síðani fluttir uttanlands og minni enn ein triðingur varð avreiddur uttanlands.