Loysir seg ikki at gera fleiri tunlar í Føroyum

Útrokningar vísa, at einasti tunnil, sum tað loysir seg at gera í Føroyum, er undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy, men fyri samfelagið loysir tað seg hvørki at gera undirsjóvartunnil til Sands ella at gera nakran annan tunnil

Tað er ein vánalig forrætning at gera fleiri tunlar í Føroyum.

Tað vísa nágreiniligar útrokningar, sum Landsverk hevur gjørt.

Á Landsverki eru tey akkurát liðug at rokna út, hvussu stóra nyttu, samfelagið fær burturúr teimum ymsu tunlunum, sum politikarar seinastu tíðina hava tosað um at gera.

Og útrokningarnar vísa, at samfelagsliga er tað bara ein tunnil, sum tað loysir seg at gera og tað er Undirsjóvartunnilin ímillum Eysturoy og Streymoy.

Tað er ein tunnil, sum kastar ímillum tvær og tríggjar milliardir av sær til samfelagið.

Men í hesum sambandi loysir tað seg best at gera tunnil ímillum Streymoy og brúgv haðani yvir á Toftir og síðani tunnil inn í Kambsdal.

Tað er ein íløga, sum kastar slakar 2,4 milliardir av sær. Men verður loysnin við rundkoyring vald og tunnil ímillum Strendur og Toftir, verður samfelagsnyttan nakað minni, onkustaðni ímillum góðar 100 –500 milliónir minni, alt eftir, hvør loysn verður vald.


Alt annað gevur hall

Men so er alt tað góða eisini skrivað um komandi tunlar í Føroyum, skulu vit eina og aleina hyggja eftir samfelagsnyttuni í krónum og oyrum.

Útrokningarnar hjá Landsverki vísa, at tað loysir seg ikki at gera nakran annan tunnil í Føroyum.

Ein annar undirsjóvartunnil er upp á tal og tað er tann um Skopunarfjørð. Men hann er ein sera vánalig forrætning, tí hann kostar ímillum 676 og 821 milliónir at gera og tað er ein íløga, sum ongantíð betalir seg aftur, tí undirsjóvartunnil til Sands gevur eitt samfelagsligt hall upp á ímillum 384 og 523 milliónir. Men tann frægasta loysnin er at gera tunnil til Sands og so hava ferju siglandi út í Heyst.

Eitt, sum loysir líka illa, er at gera nýggjar tunlar í Norðoyggjum, tí her er talan um íløgur upp á millum 263 og 292 milliónir, alt eftir, hvør loysn verður vald, men íløgan gevur eitt samfelagsligt hall upp á 286-386 milliónir, alt eftir, hvør loysnin verður vald.

Tann tunnilin, sum loysir seg best at gera av teimum stóru tunnilin, er ein nýggjur tunnil ímillum Trongisvág og Hvalba.

Landsverk hevur roknað út, at tað kostar 145 milliónir at dagføra tunnilin, sum er og gera hann høgri og breiðari, men tað fer at geva 154 milliónir í samfelagsligum halli.

Hinvegin kostar tað 155 milliónir at gera nýggjan tunnil, men hann gevur heldur minni samfelagsligt hall, tí í hesum føri er tað 150 milliónir.


Ikki tunnil til Dals og Tjørnuvíkar

Annars hevur eisini verið talan um at gera fleiri smærri tunlar, eitt nú til Dals og til Tjørnuvíkar.

Men Landsverk sigur, at tað loysir seg hvørki at gera tunnil til Dals ella til Tjørnuvíkar.

Ein nýggjur Dalstunnil kostar 125 milliónir og gevur 146 milliónir í halli.

Í hesum føri loysir tað seg nógv frægari at fjallatryggja vegin, tí tað kostar 15-40 milliónir og gevur eitt samfelagsligt hall upp á 22-50 milliónir.

Sama støðan er viðvíkjandi sambandinum til Tjørnuvíkar. Ein nýggjur tunnil kostar 54 milliónir og gevur 75 milliónir í halli. Men at fjallatryggja Tjørnuvíkarvegin, kostar 9-31 milliónir og gevur eitt hall upp á 10-35 milliónir.

Annars hevur eisini verið tosað um at bøta um sambandið ígjøgnum Sandarlíð í Sandoy. At gera nýggjan veg kostar 31 milliónir, men hallið av tí íløguni verður 38 milliónir. Hinvegin kostar tað 40 milliónir at gera tunnil, men so veksur hallið upp í 51 milliónir.

Her er eisini vert at leggja til merkis, at tosað hevur eisini verið um at gera tunnil til Fámjins og at gera nýggjan tunnil til Sandvíkar, men hvørgin av hesum báðum tunlunum eru við í hesi útrokningini hjá Landsverki.


Nógv onnur atlit

Spurningur um at dagføra vegasambandið og at gera tunlar, snýr seg ikki bara um, hvørja nyttu, ið samfelagið fær burturúr í køldum krónum og oyrum.

Tað snýr seg eisini um, hvønn politiska vilja, Løgtingið hevur at gera tað høgligari hjá fólki at ferðast og at búgva úti um landið.

Og í Sosialinum í morgin, fer Bjarni Djurholm, landsstýrismaður at greiða frá, hví hann heldur, at vit eiga at taka tunlarnar í Norðoyggjum framum nýggjan tunnil til Hvalbiar, hóast ein nýggjur Hvalbiartunnil loysir seg nógv betri.

Samstundis leggur landsstýrismaðurin dent á, at tað, sum Landsverk hevur gjørt, er bara at rokna út, hvørja nyttu samfelagið fær burturúr ymsum verkætlanum. Men tað, sum er avgerðandi, er, hvønn vilja politikararnir hava og tann spurningurin er als ikki viðgjørdur enn.....


Eitt hent amboð

Kostnyttukanningar eru eitt hent amboð, tá ið verkætlanir skulu lýsast og tá ið ymsar loysnir skulu samanberast.

Tað sigur Landsverk í sambandi við Kostnyttukanningarnar, sum nú eru gjørdar um ymsar tunlar, sum talan hevur verið um at gera í Føroyum og sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni.

Kostnyttukanningar eru samfelagsbúskaparligar metingar um tær verkætlanir, sum talan er um at gera og eru eitt hent amboð, tá ið veljast skal ímillum ymsar verkætlanir.

Ì kanningini verður roknað út, hvussu stór ein íløga er og, hvussu stór samfelagsnyttan er av hesi íløgu. Bæði kostnaður og nytta verður umroknað til nútíðarvirði.

Í hesi kostnyttukanningini, hevur Landsverk roknað við eini kalkulatiónsrentu (realrentu) upp á 4%, einum avskrivingartíðarskeiði upp á 50 ár og tíðarskeiðið fyri kostnyttukanningini er 30 ár.

Rentan vísir, hvat tað kostar at fíggja íløguna.

Í síni kostnyttukanning, hevur tikið atlit fyri hvussu ein íløga ávirkar:

-Flytføri og framkomuleiki

-Betri møguleikar fyri at ferðast ímillum í sambandi við arbeiði (pendla)

-Minni hall á vegnum, fáar brekkur, minni orkunýtsla og betri umstøður í hálku

-Vegur í láglendi, tí tað merkir orkusparing og at vegurin ikki er so viðbrekin fyri veðri

-Uttanumbygt øki: Gjøgnumgangandi vegir skulu helst út um bygt øki

-Ferðslutrygd: Spard óhapp

-Ferðslutryggleiki: At kenna seg tryggan

-Ampar í byggitíðini

-Óljóð

-Co2 útlát og orkunýtsla

-Fagurfrøði og upplivilsi

-Ávirkanin av veðrinum

-Stytt farleið: Spard tíð og orka

-Minni viðlíkahald

-Samskipan við aðrar verkætlanir

-Betri møguleikar fyri vakstrarøkjum og framtíðarútlit fyri vøkstri og útbyggingum