Í blaðnum í gjár stóð at lesa, hvussu stórur tann skattligi munurin er, um íløgur verða gjørdar í føroysk ella útlendsk virðisbrøv.
Loysir seg kortini
Millum annað varð í greinini víst á, at meðan rentuvinningur og vinningsbýti verður skattað við 35%, um talan er um føroysk virðisbrøv, verður hetta roknað sum vanlig skattskyldug inntøka, um talan er um útlendsk virðisbrøv.
Eitt, sum ikki kom nóg væl fram í greinini, er, at hóast henda mun í avgjaldsskylduni, so kann tað kortini í fleiri førum loysa seg at seta pening í útlendskar íløgur.
Ein teirra, sum starvast á hesum øki, er Petur Holm, stjóri í Kaupthing. Hann vísir á, at eitt nú rentan á donskum lánsbrøvum er hægri, enn innlánsrentan í føroyskum peningastovnum, og harumframt er eingin munur á avgjaldsskylduni á einum kursvinningi í hesum, so samanlagt gevur hetta eitt størri avkast, enn um peningurin er í føroyskum peningastovnum.
Verður talan um partabrøv, er møguleikin fyri einum munandi avkasti munandi størri. Her kann talan gerast um avkast við tvísiffraðum prosentsatsum, og so ger tað minni, um skattabyrðan er tyngri. Hinvegin er vágin við partabrøvum sjálvsagt størri enn við lánsbrøvum.
Petur sigur annars, at hóast ein liberalisering á økinnum hevði verið til fyrimuns fyri virksemið hjá teimum, so er tó samdur við landstýrismanninum í fíggjarmálum, tá hesin sigur, at farast skal varisliga fram í hesum:
?Sjálvt um føroysku peningastovnarnir í løtuni svimja í likviditeti, so eiga vit so avgjørt ikki at gloyma tað, sum ehn
Annars framgekk ikki av greinini í gjár, at tá talan er um partafeløg, er líkamikið, um íløgur verða gjørdar innan- ella uttanlands.
Ógreið skattalóg
At enda skal nevnast, at tað í fleiri førum tykist ógreitt í skattalógini, hvussu íløgur í íløgufeløg skulu skattast.
Lóggávan tilskilar ikki serstakt, hvussu íløgur av hesum slag skulu skattast, og tí kann talan í fleiri førum vera um tulkingar av lógini, sum gera seg galdandi.
Fyrst og fremst var tað eisini hesi ógreiðu viðurskifti, sum Karsten Hansen sipaði til, tá hann umrøddi arbeiðið hjá bólkinum, sum í løtuni endurskoðar skattalógini hjá vinnuni, so vónandi verður hetta nakað greiðari, tá viðgerðin av málinum verður liðug.
Mynd: Pengar
Hóast skatturin er hægri, so kann tað kortini loysa seg at gera íløgur í útlendsk virðisbrøv