Nú endurtók søgan seg frá 40-unum, og stungu loysingarmenninir aftur í sekkin. Hetta var eisini teimum ein kærkomin møguleiki, ikki kundu teir fáa landsins búskap at hanga saman og ikki gekk, sum teir høvdu lovað veljarunum á loysingarleið. Tað skuldi ikki undrað ein, um teir vilja biðja um at sleppa fram at landsins leiðslu aftur næstu ferð, og vilja teir við tokutosi siga okkum hví, og helst lova akkurát tað sama, sum teir við klandri lótu fara fyri bakka. Nú er einki annað at gera uttan at núverandi andstøðan tekur seg saman, setur út í kortið sum í 40-unum. Hesa ferð skal leggjast ein greið ætlan, hvussu vit sleppa av við blokkin, t.d. við at niðurskriva blokkin við umleið 20 milliónum um árið í 20 til 30 ár. Hetta vil steðga øllum ørvitistosi og verður ein gongd leið, sum ikki vil nerva tey veiku í samfelagnum stórvegis. Hetta gevur føroyingum møguleika at velja, um vit vilja vera í ríkinum sum javnlíkar, ella um vit vilja loysa, tá tann tíðin kemur.