Loysingarsamgongan knúsar Føroyar

Ein ógvuliga smalur meiriluti av Føroya løgtingi hevur nú ræði. Tíverri fyri føroyska skattgjaldaran.

Loysingin kostar minst 1500 milliónir krónur. Landsskatturin gevur umleið 800 milliónir krónur um árið. Tað vil siga, at um landsskatturin skal gjalda loysingina, skal føroyski skattgjaldarin gjalda áleið 3 ferðir hægri landsskatt enn ídag. Slíkan skaða noktar Sambandsflokkurin sjálvandi at fremja. Tí eru vit ikki í samgongu. Vit fara sjálvandi at berjast fyri at varðveita vælferðina hjá føroyinginum.

Liviumstøðurnar hjá borgaranum liggja okkum fremst í huga. Ikki ein landsskaðilig loysing, ið noyðir stóran part av fólkinum at rýma.


Ríkisfelagsskapurin: Ein góð føroysk loysn!

Sambandsflokkurin hevur eitt gott boð uppá framtíðina innan ríkisfelagsskapin. Við lægri skattum og betri liviumstøðum enn ídag.

At loysa og senda føroyingum eina trýdupulta landsskattarokning fyri at vera uttanfyri ríkisfelagsskapin er tað sama sum einar fólkatómar Føroyar.

Men eg ynski at liva sum føroyingur í Føroyum. Tí eri eg Ríkisfelagsskapsmaður.

Og eg eri errin av tí.

Loysingin skal knúsast - áðrenn hon knúsar Føroyar!

Samband gevur styrki!


Marjus Dam,

løgtingsmaður

Sambandsfloksins