Jú, víst høvdu okkara politikkarar ábyrgd undir heimastýrislógini. Hvat nú um vit søgdu við arbeiðsmannin, at hann nýtist ikki at gera sítt arbeiði ábyrgdarfult, tí hann hevur onga ábyrgd, hana hevur sjakkformaðurin? Hvat nú um vit søgdu við dekkaran at forðingin fyri at hann kann gera sítt arbeiði til fulnar er tann at skiparin hevur ábyrgd? Undanførðslur og aftur undanførðslur fyri at tingini ikki gingu sum man vildi. Tað ber til at fáa síni svørtu hús málaði hvít bert við at skifta farvuna, tað nýtist ikki at fara yvir til annað merki av máling fyri tað. Eg haldi politikkarir skulu vera varnir við at siga at heimastýrislógin er forðing fyri at stýra ábyrgdarfult. Tað vitnar um ábyrgdarloysi.
Ísland hevur verið nevnt hvørja ferð við himmalvendum eygum. Jørgen Niclasen fegnaðist yvir og beundraði íslendingar fyri at teir høvdu keypt seg inn í litaviska fiskiflotan. Íslendski trolarin Odincova við baltiskari manning hevur leingi ligið sum ein skammblettur fyri Ísland, inntil nú fyri stuttum tá internationali flutningsfelagsskapurin ITF noyddist uppí. At hugsa sær til. Fólk úr triðjaheiminum mugu fortelja eitt av heimsins mest ?framkomnu? londum hvat menniskjarættindi er. Er hetta tað vit ynskja okkara arbeiðandi fólki.
Íslendskir fiskimenn við skipum ið hava tilknýti til virkir á landi fáa upp til 40% minni í sin part. Er hetta tað vit ynskja okkara sjófólkið?
Íslendska fiskivinnan noyðist nú at importera arbeiðsmegi til fiskiídnaðin úr fjareystri til tess at halda lønirnar á einum lágum støði. Er hetta tað vit ynskja okkara arbeiðandi fólki.
Ábyrgd er nakað sum kemur innifrá, og loysingin er ikki nøkur garanti fyri at tað verður stýrt meira við ábyrgd framyvir. Tvørturímóti haldi eg at tann vanvirðing sum er víst nøkrum demokratiskum amboðum (løgtingsins umboðsmaður, handfaringin av málinum um yrkisráð og onnur dømi) undir hesum sjálvstýrislandsstýrinum vísir at kósin er løgd. So kann Høgni Hoydal venda amboðsskjáttuni við og rista hana so nógv sum hann vil.
Sum ófaklærdur arbeiðsmaður á sjógvi og landi skal eg bert minna á, at tá kreppan rakti okkum seinast gjørdist tað tíbetur bert ein kreppa. Tað syrgdi blokkurin fyri. Høvdu vit staðið einsamallir tá, hevði tað ikki bert verið ein kreppa, men eitt fallit. Og tá høvdu vit ikki kunna valt hvør skuldi stýra okkum.
Við nei atkvøðu til eina tilveru uttanfyri ríkisfelagsskapin
Chris Jan Michelsen