Teir tríggir størstu loysingarflokkarnir í Katalonia kunnu vinna greiðan meiriluta á valinum í dag.
Loysingarflokkarnir í Katalonia standa til at vinna greiðan meiriluta á landspartavalinum í Spania, vísir ein kombinerað meingina- og valstaðkanning, sum er gjørd fyri blaðið La Vanguardia.
Kanningin vísir, at teir tríggir stóru loysingarflokkarnir kunnu vinna greiðan meiriluta í landspartatinginum í Barcelona.
Kanningin er gjørd undir øllum valdystinum og er harvið kombinerað við meininga- og valstaðskanningina.
Síðstu samrøðurnar eru gjørdar fyri klokkan 19 í kvøld. Talan er um samanblanding av svarum upp á spurningar um, hvat fólk høvdu æltað sær at atkvøtt, og hvat tey í veruleikanum hava atkvøtt.
Sambært kanningini fáa loysingarflokkarnir millu 67 og 71 sessir í landspartatinginum, sum hevur 135 sessir.
Almennu úrslitini eru enn ikki kunngjørd. Ivi er um, hvørt almenna úrslitið sampakkar við kanningina.
Fylgt verður væl við landspartavlinum – bæði innanlands í Spania og uttanlands. Tað verður sjón fyri søgn, um loysingarrørslan í Katalona hevur vaksandi undirtøku, nú stórir spenningar eru í Spania.
Katalansku myndugleikarnir siga, at valluttøkan hevur veirð 68,3 prosent klokkan 18 – tveir tímar áðrenn valstøðini lótu aftur.
Vónað verður, at dagsins val í Katalona kann loysa politisku kreppuna í Spania næstu árini.
Kreppan kom í hæddina í heyst, tá loysngarfólk eftir fólkaatkvøðuna lýstu Katalona sjálvstøðugt. Spanska stjórnin svaraði aftur við at upploysa sjálvstýrið og setti landspartin undir umsiting úr Madrid.
Frákoyrdi katalonski forsetin, Carles Puigdemont, flýddi til Belgia, eftir at spanska stjórnin tók valdið í oktober. Hann hevur roynt at ført valstríð úr útlegd.
Flokkurin hjá Puigdeonts, CiU, hevur givið til kennar, at dialogur millum partanar í stríðinum er vegurin fram.
/ritzau/Reuters