Loysing skal ikki vera tabu í Føroyum – loysing loysir seg!

Makrelmálið er skúladømi um, at Føroyar sjálvsagt skulu loysa til tess at røkja rættindini og gagnnýta møguleikarnar hjá føroysku tjóðini í einum broytiligum heimi. Kortini viðgera vit makrelmálið sum heimastýrisligt fótatraðk

Høgni Hoydal
----

Nógv seta áleikandi makrelmálið fram við teirri fortreyt, at Tjóðveldi eigur at ganga runt og rópa: “Á fý, á fý, Danmark” – tí Danmark arbeiðir beint ímóti Føroyum í hesum máli.

Tað harmar meg almikið, at gamlir fordómar og einfaldar blokkeringar tykjast at smalka orðaskiftið og viðgerðina í hesum týdningarmikla máli.

Tí bert hesa frágreiðing um tað, sum vit í Tjóðveldi halda er kjarni málsins.

Hvørkistøða Føroya
Tjóðveldi hevur viðgjørt makrelmálið dyggiliga og áhaldandi frá byrjan. Tað var Tjóðveldi, sum eftir samrøður við Árna Dam á Norðskála (ið eigur heiðurin fyri at prógva makrelgongdina og okkara rættindi) reisti málið á tingi í 2009 um at krevja hægri kvotu. Tað varð tá blankt afturvíst frá ABC-samgonguni og Jacobi Vestergaard, fiskimálaráðharra.

Eisini á flokstingi í Famjin farna vikuskiftið viðgjørdu vit málið neyvt. Og vit høvdu beint frammanundan lagt fleiri ítøkilig uppskot fyri tingið, sum snúgva seg um, at føroyingar skulu taka ræðið á uttanríkispolitikkinum og m.a. gerast limir í WTO, sum kann forða ólógligum handilsbanni móti okkum.

Havi lagt dent á, at fyri Tjóðveldi er hetta málið als onki serstakt ella nýtt í okkara viðurskiftum. At makrelmálið hinvegin er dømi um eina grundtreyt í núverandi hvørkistøðu Føroya. Og at hetta krevur loysing, til tess at loysast veruliga.

Veit ikki, hví heimastýrisliga leiktjaldið støðugt skal dragast fyri og fjala veruleikan. Ella hví fordómarnir um Tjóðveldi, sum okkurt, ið bara rópar og hartar Danmark tá høvið býðst, skal vera grundarlag í miðlunum?
.

Mótstríðandi áhugamál – hvør vinnur?
Danmark røkir sum land og hjálandaveldi síni áhugamál. Og tá tey ganga ímóti teimum føroysku, tapa vit sjálvsagt í hesum sonevnda “ríkisfelagsskapinum” – sum bara er ein roynd at pynta og umskriva eina aldargamla hjálandastøðu.

Her er sjálvandi ikki talan um nakran “felagsskap”. Tí í einum felagsskapi er grundtreytin, at limirnir sjálvir hava valt at gerast “limir”, og at allir partar hava somu rættindi. Føroyingar eru bert einaferð spurdir – og tá valdu vit loysing. Og vit eru als ikki nakar javntsettur partur. Danmark setur reglurnar, tekur avgerðirnar og fremur ta gongd, sum hóskar teimum – og vit hava í heimastýrisstøðuni ongi rættindi, tá á stendur. Altso, er ikki talan um nakran “felagsskap”, men eina valdsstøðu, har ein partur hevur vald á hinum, og kann velja lagnu hins av sínum eintingum.

Ímyndið tykkum, um hetta var støðan hjá okkum sum persónar: Høvdu vit góðtikið, at allar avgerðir um okkara støðu, áhugamál og avtalur við onnur fólk – okkara sjálvsvagerðarrættur – vórðu løgd til ein annan persón at avgera? Vit høvdu hildið tað verið skemt og fjant, um onkur beyð okkum tær treytir.

Veruleikin fjaldur og burturtagdur
Kortini er hetta tann góðtikna “normalstøðan”, tá vit viðgera føroysku tjóðina og okkara samstarv og áhugamál úteftir. Og tað tykist tíverri sum at viðgerðin vil endurskapa og endurtaka hesa støðu, hvønn dag og afturvendandi.

Hví eru veruleikin og loysingin sum amboð, burturtøgd sjónarmið, ið ikki kunnu endurgevast? Hví skulu tjóðveldisfólk automatiskt verða sett í bás, sum okkurt, ið bara vil rópa eftir Danmark?

Vit hava jú onga orsøk at spæla henda sjónleikin fyri føroyingum um, at Danmark skal vera so fitt við okkum, tá tey hava onnur áhugamál. Og at onkur fitligur ríkisfelagsskapsmaður úr Sambandinum ella Javnaðarflokkinum skal bjarga okkum, tí teir eru so viðeiriligir gjøgnum teirra undirskipan í danskar flokkar. Flokkar, sum vit ikki hava valt – og sum ikki standa til svars mótvegis føroyska fólkinum. Men sambært fólkatingsmonnum og fjølmiðlum eru avgerandi fyri, at framtíð føroysku tjóðarinnar verður viðgjørd og gjørd av.

Ísland er lykilin í til makreldósina í løtuni
Skal tí bara endurtaka boðskapin og sjónarmiðini hjá Tjóðveldi í uttanríkismálum og harundir makrelmálinum:

Makrelmálið millum Føroyar og Danmark er eitt reint spæl fyri gallarínum hjá nøkrum føroyskum flokkum og fólkatingsmonnum, sum byggja sítt virki á, at Danmark skal “hjálpa føroyingum” í týdningarmiklum málum. Hetta er fjas og uttanumtos. Danmark røkir sjálvsagt síni áhugamál, og vit eiga sjálvsagt at hava egna rødd og avgerð í uttanríkismálum. Tað loysir seg altso at loysa – ja, tað er ein fortreyt fyri at menna landið og koma úr hesum høftum.

Handils- og revsitiltøk úr ES mótvegis Føroyum í makrelmálinum hava í allarminsta mun samband við pressuskrivini og áhaldandi spunasmíðið hjá nøkrum føroyskum fólkatingsmonnum í donskum flokkum, sum royna at mála glæstrimyndin av “ríkisfelagsskapinum”. Og royna at mála myndina av teirra egna leikluti, sum oysarar í eini dansk-føroyskari skútu, har rokið stendur um æsingarnar inn. Men skútan hevur jú altíð likið sum sáldið og ger tað framvegis – til vit velja at stýra skútuni sjálv.

Handils- og revistiltøk mótvegis Føroyum verða bert linkað ella slept, tí ES vil hava Ísland inn í ES, og tí eisini aftrar seg við at gera nakað harðligt. Tað er altso Ísland, sum er avgerandi her. Og tí eiga vit sum land og stjórn í júst hesum máli at viðgera støðuna saman við Íslandi og leggja felags mál og framferð saman við teimum.

Onki nýtt undir sólini
Vóni, at vit kunnu fáa veruleika og atgerðarfýsni inn í hetta mál. Heldur enn at nýta so stóra orku at mála eina hvítvasking og undirbrotligheit fram, sum heldur kann lýsast og viðgerast á heilt annan hátt, um bert vit síggja okkum og okkara grannar í fólkaræðisligum og áhugamáls ljósi.

Tað er altso onki nýtt undir sólini. Frá flaggi til mál í skúlanum. Frá Nato til fiskimark. Frá bankamáli til undirgrund. Frá sendistovum til makrel. Frá kríggi til frið. Og so framvegis. Bert har vit kunnu samstarva beinleiðis við onnur og taka lut sum sjálvstøðugt fólk, hevur menning og framburður verið í Føroyum. Ikki tí vit eru “hjálpt” sum eitt stakkals ómælandi fólk. Men tí vit hava tikið sakina og ábyrgdina á egnar hendur.

Loysing loysir seg
Tí loyvi eg mær staðiliga at undrast á, at loysing skal vera tabu í orðaskiftinum. Og at avoldaða og afturlítandi heimastýrisskipanin og “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”, ikki verða greinað, upplýst og viðgjørd í makrelmálinum og øðrum málum við.

Vit síggja ikki sólina, tí tað verður í øllum okkara fremstu miðlum og politisku ábyrgdarstøðum framhildin tann løgna mynd, at tað er ein onnur tjóð, sum skal fáa sólina at skína hjá okkum. Og at sólin snarar um eitt evarska lítið petti av jarðarknøttinum, sum liggur í ein landsynning úr Føroyum.

Vit halda ikki, at sólin snarar um okkum. Men vit kunnu mennast undir somu sól, sum onnur fólk og lond í heiminum.

Vit eru millum ríkastu tjóðir heimsins í mun til náttúrutilfeingi, mentan og fólksligt tilfeingi.

Loysing loysir seg. Tað er makrelmálið bert eitt av óteljandi dømum um.