Loysigjald fyri fátækradømi

Teir seinastu mánaðarnar eru næstan 100 útlendingar tiknir gíslar í Nigeria, men teir flestu eru latnir leysir ímóti loysigjaldi.


Útlendingarnir arbeiða í oljuvinnuni, men hóast Nigeria er eitt av teimum stóru oljulondunum, hevur ein stórur partur av fólkinum ongan ágóða fingið av oljupengunum.

Tað hevur fingið fátækar menn at taka seg saman í felagsskapir, sum regluliga burturflyta útlendskar oljuarbeiðsmenn og krevja loysigjald fyri at lata teir leysar. Fyrradagin vórðu ein amerikanari og ein breti burturfluttir, og seinasta leygardag burturflutti ein annar felagsskapur 24 filipinskar sjómenn.

Nigerisku myndugleikarnir tykjast ikki leggja stórvegis í burturflytingarnar, og tí noyðist hvørt land sær at tingast við burturflytararnar um gíslarnar.