Um ein løgregluovasti var vitandi um rán úr landskassanum til 150 - 200 mill. kr. (mvg- og b-skattaundandráttir og -eftirstøður) uttan at gera nakað við tað, so hevði hann fingið sekkin í vanæru og aldrin aftur fingið tílíkt starv.??At fíggjarmálaráðharrn hevur eitt tílíkt eftirlitsstarv, kann eingin ivi vera um. Og at hann - í staðin fyri at fara eftir pengunum hjá teimum, ið eiga at gjalda - krevur gjaldið frá ósekum, ið longu hava goldið og í mongum føri ikki hava meira at gjalda við, kann hvørki umberast ella góðtakast.??Einasta svarið til tílika provokatión er:??Loysið fíggjarmálaráðharran úr starvi - ella leggi frá tykkum allir samlir.?