Í dokumentari um danska ríkmannin Lars Larsen á DR í kvøld, er kona hansara fyrstuferð av álvara komin fram í miðlunum. Larsen eigur Jysk handlarnar og er millum ríkastu menn í Danmark.
Hóast Larsen, ofta nevndur Dýnu Larsen, hevur verið nógv frammi í miðlunum síðstu mongu árini, so hevur kona hansara, Katrine Brunsborg, altíð verið í bakgrundini.
Hon hevur í mong ár verið sølukvinna í Jysk handlunum, og er tað ein av orsøkunum til, sambært henni sjálvari, at hon hevur verið í bakgrundini.
Hon vildi sleppa undan, at fólk kendu hana aftur sum konu Lars Larsen, tá hon seldi teimum gardinur.
Hóast familjan er nummar fýra í røðini av ríkastu familjum í Danmark, so hevur enn hug at arbeiða í handlunum, og ætlar sær at halda fram, so longi hon heldur tað vera stuttligt.









