Loyndarmálið um rænda Landsbankan og virðisleysa barnakekkin!

Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn
-----

Jógvan Isaksen krimirithøvundur hevur helst ríkiligt av tilfari, tá hann fer at skriva sína næstu krimi.
Fólkaflokkurin á tingi hevur rænt landsbankan og Fólkaflokkurin í suðurstreymoy hevur í einari roynd at geva fjøldini eina tátu, útskrivað ein nærum virðisleysan kekk !

Størsta PR stunti í nýggjari tíð, er sett í verk av Fólkaflokkinum í suðurstreymoy. Teir hava eisini eina risauppgávu fyri framman. Áðrenn 13 Novembur skal fjøldin í høvuðstaðnum helst hava gloymt øll skálkabrøgdini sum teirra floksfelagar í Tinganesi og Albert Hall hava framt seinastu árini. Tey skálkabrøgdini rúmast so ikki í hesari grein, so eg fari heldur at vísa á, hvat Fólkaflokkurin í Suðurstreymoy ger í royndini at fáa fjøldina at gloyma hesi skálkabrøgd.

Teir hava sum teir pokerspælarar teir eru, valt at fara ”all inn” og satsa alt uppá ein nærum virðisleysan barnakekk. At hesin kekkur bert er ein táta, vil eg vísa á her.

1. Fyri at kunna skriva einn kekk uppá kr. 10.000,- má Fólkflokkurin fyrst avtaka barnafrádráttin á kr. 8.500,- Frádráttur sum annars er í komandi fíggjarætlan hjá býráðsmeirilutanum. Ergo taka teir kr. 8.500,- so teir kunna geva kr. 10.000,-
2.
3. Fyri at kunna geva hesar kr. 1.500,- sum nú eru eftir, vil Fólkaflokkurin ikki geva skattalættan á 0,5 % sum er í komandi fíggjarætlan. Ergo taka teir 0,5% í skatti fyri at kunna geva kr. 1.500,- Nú hava tær flestu barnafamiljunar nærum einki eftir av barnakekkinum.
4.
5. Øll tey sum ikki fáa barnakekk missa ágóðan av skattalættanum sum er í komandi fíggjarætlan, og muga tey sostatt gjalda gildið fyri PR stunti hjá Fólkaflokkinum.
6.
Hetta er sjálvandi sera einfalt uppsett. Eg eri væl vitandi um, at tað eru nøkur heilt fá, sum fáa nyttu av kekkinum. Men fyri fjøldina er kekkurin virðisleysur. Hetta er bert enn eitt dømi, um at Fólkaflokkurin gevur við einari hond og tekur við hinari. Eisini er vert at leggja sær í geyma, at Fólkaflokkurin er einasti flokkur í býráðnum, sum ikki vil lækka skattin komandi ár. Teir vilja heldur hækka botnfrádráttin, men har hava teir helst gloymt at botnfrádráttur ikki er málsøkið hjá býráðnum.

Mín vón er at veljarin í høvuðstaðnum er so mikið at sær komin, at hann 13 Novembur, velur ikki at lata seg blenda av einari mynd av einum virðisleysum kekki. Vónandi velur veljarin heldur at geva Fólkafklokkinum tað revsing, sum teir so væl og virðiliga hava uppiborið fyri síni skálkabrøgd seinastu árini.

P.S.: Veit væl at hetta er lítið uppbyggjandi, men tað goyma vit til aðrar greinar !