Loyndarmálið handan ungu húðina

Sambært British Vogue hevur Joan Collins avdúkað loyndarmálið, ið ger, at hennara húð sær so ung út.

Talan er um eitt andlitskrem, ið verður rópt Skin Signaling Serum Age. Cellex-C ger kremið, ið fæst fyri eini 400 dollarar fyri dunkin. Tað tykist merkisvert, at avdúkingin hjá Joan Collins kemur samstundis við, at sjónleikarkvinnan hevur skrivað eina stóran sáttmála við Cellex-C.