Lovisa Nielsen farin

Mikudagin varð Lovisa Nielsen borin til gravar, 92 ára gomul. Petra Lovisa Nielsen, sum hon skrivaðist, f. Lervig, varð borin í heim í Leirvík 2. september í 1908, og andaðist hon 3. juni á Ellisheiminum í Havn

 

Lovisa giftist Jákupi Nielsen úr Nólsoy, í Liða. Tey áttu fýra børn, Rodmund, Olaf, Øssur og dóttrina Gunnvør.

Lovisa man vera ein av teimum fáu húsmøðrunum, sum hevur hildið hús bæði í bygd og bý og í einbýli og átt gávurnar at vera bæði manni og børnum sínum mikil stuðul.

Tey festu búgv í Vági í 1930, tá var Jákup skipari á »Grace« ella Grasinum, sum tað varð kallað, har hann var skipari frá 1930-39. Frammanundan hevði hann verið ein av slóðbrótarunum hjá føroyingum í Grønlandi í Føroyingahavnini.

Í 1940 fluttu tey út á Borðuna, har Jákup var vitameistari eitt skifti. Síðani fluttu tey út í Mykineshólm, har tey vóru til 1954, tá bústaðurin aftur var Borðan, har Jákup var vitameistari til hann fór frá fyri aldur í 1969. Tá fluttu tey til Havnar at búgva uppi í Pedda við Steinsgøtu.

Jákup var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin frá 1936-43.