Við Múrin kunngerð í dag, at Lover Lover verður millum nøvnini á tónleikatiltakinum í summar.
Lover Lover varð stovnaður í mars 2013. Síðani hava ”Lover Lover ” spælt nógv í Føroyum og uttanlands. Bólkurin varð eisini tilnevndur til ársins nýggja bólk til FMA í 2014.
Nú gongur leiðin so til Kirkjubøar, har bólkurin lovar eina stuttliga og heita framførslu. Eyðkent fyri bólkin er, at teimum dáma væl at hava áhoyaran við, og av tí sama verður nógv snakkað og reypað.









