Indiski forsætisráðharrin, Manmohan Singh, lovar nú at verja landsins kvinnur. Samstundis roynir hann at sissa tey, sum hava skipað fyri mótmæliatiltøkum í kjalarvørrinum av einari hópneyðtøku í høvuðsstaðnum New Dehli.
Mótmælisgongurnar hava verið ógvusligar, og í gjár fingu umleið 100 fólk, teirra millum 60 løgreglufólk, skaða í samanbrestum. Myndugleikarnir hava stongt ein part av undirgundarbreytini, og fleiri bussleiðir í miðbýnum koyra ikki.
-Eg skal vissa tykkum um, at eg fari at fremja øll neyðug tiltøk fyri at veita landsins kvinnum trygg viðurskifti, segði forsætisráðharrin í dag. Hann legði afturat, at hann skilir væl, at fólk eru í øðini um illgerðina, men sigur, at harðskapur loysir ongar trupulleikar.
-Sum pápi at trimum gentum havi eg líka sterkar kenslur sum tit í hesum máli, og eg fari at skipa so fyri, at illgerðarmenninir verða revsaðir, segði Manmohan Singh.
Løgreglan hevur tikið seks menn í sambandi við hendingina, tá nakrir menn neyðtóku eina 23 ára gamla kvinnu í einum bussi. Aftaná tveittu teir hana úr bussinum.










