Lovaðu at landsroyndirnar ikki fóru at verða ávirkaðar

Síðst í mars mánaði lovaði stjórin á Próvstovuni, at landsroyndirnar í dag fóru at verða hildnar sum ætlað.

At trupulleikar eru við royndunum í fólkaskúlanum er ikki nakað nýtt, tí áhaldandi hevur tøknin forðað fyri, at royndir av ymiskum slag hava verið hildnar eftir ætlan. 

 

 

Tá ið næmingar vóru til undanroynd í januar, gekk ambætarin fyri, og royndirnar máttu steðgast. Roynt var aftur í mars, og tá gekk eftir ætlan. Avgerð er tí tikin um, at 4. flokkur fer til landsroynd 2.-3. mai og 6. flokkur 2.-4. mai, og tær verða talgildar á svar.fo. Og eftir hendingina í januar lovaði Próvstovan, at hetta ikki fór at henda aftur, tá ið landsroyndirnar skuldu haldast. Men í morgun gekk aftur galið. 

 

 

Les eisini: Landsroyndin avlýst

 

 

Tí í morgun vóru 4. floksnæmingar kring landið til reiðar at seta seg við landsroyndunum, men tøknin forðaði enn einaferð fyri, at hetta gjørdist veruleiki. 

 

 

Les eisini: Skúlastjóri: Hetta er ræðuligt

 

 

 

Í mars mánaði segði Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni við Skúlablaðið, at hetta fór ikki at henda aftur.

 

 

– Saman við veitaranum hjá okkum hava vit gjørt nakrar tillagingar, til dømis tvífaldað maskinorkuna umframt gjørt nakrar tillagingar í, hvussu dáturnar ferðast millum skúlarnar og veitararnar, vit brúka í sambandi við royndirnar. Hetta skuldi fyribyrgt, at vit renna okkum í fløskuhálsar. Vit hava havt fleiri royndarumfør við nýggju maskinorkuni, síðan hava vit eftirmett saman við skúlunum, og royndarumførini hava riggað uttan trupulleikar, segði ReginMarnersson, stjóri á Próvstovuni, við Skúlablaðið síðst í mars. 

 

 

Les greinina frá 27. mars her: Landsroyndirnar verða í mai sum ætlað

 

 

Eisini landsstýriskvinnan í Skúlamálum, Rigmor Dam lovaði í mars, at hendi hetta aftur við landsroyndunum, so skuldi tað fáa avleiðingar. 

 

- Í marsmánaði segði Rigmor Dam, landsstýriskvinnan í mentamálum, við útvarpið, at riggar telduskipanin til Landsroyndina ikki nú, er hon til reiðar at steðga landsroyndunum, til viðurskiftini eru fingin í rættlag, skrivar KVF í dag.