Valstríð
Suðuroy: Suðuroyingar vilja eisini hava fast samband við meginøkið.
Tað er størsta agnið, sum er kastað fyri veljararnar í Suðuroynni uppundir løgtingsvalið í dag.
Nú undirsjóvartunnil er gjørdur vestur í Vágar og nú undirsjóvartunnil skal gerast um Leirvíksfjørð, eru eisini politikarar úr Suðuroynni farnir at ressast.
Og undir valstríðnum til løgtingsvalið hesuferð, eru tað í hvussu so er fleiri politiskir flokkar, sum hava boðrreitt fyri veljarunum við lyftum um undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Teir siga, at nú vit eru farin at binda oyggjarnar saman við tunlum, er umráðandi ikki at sleppa endanum, Og nú arbeiðið uppá Norðoyatunnilin byrjar, er tað ongantíð ov skjótt at fara undir arbeiðið at fyrireika næsta stigið.
Og tað næsta stigið skal vera undirsjóvarunnil til Sandoynna.
Og tá ið hann er gjørdur, er tqað sjálvsagt, at hildið verður fram líka til Suðuroyar.
Men tað eru eisini summi, sum skjóta upp at gera tað øvugt, so at undirsjóvartunnil verður fyrst gjørdur ímillum Suðuroynna og Sandoynna og so víðari haðani, inn á meginøkið.
Politikararnir eru greiðir yvir, at hetta liggur nøkur ár frammi í tíðini, men fyrireikingarnar skulu byrja sum skjótast. siga fleiri teirra
Men í øllum kunnu suðuroyingar frøða seg um eitt og tað er, at allir flokkarnir hava lovað, at Hovstunnilin skal gerast beinanvegin. So, sama, hvør kemur í samgongu, hava suðuroyingar alla orsøk til at vænta, at vegasambandið ímillum norðaru og syðgu helvt í oynni, at batna munandi við einum Hovstunli, sum verður liðugut í 2006. Og eitt afturat: Hann skal ikki gerast, har landsverkfrøðingurin hevur skotið upp, men niðri í dalinum, har aðrir hava skotið upp at gera hann og har, hann liggur nógv betri fyri.
Hugsa meiri um dagligt breyð
Men tað, sum liggur suðuroyingum næst at hjarta í hesum døgum eru ikki langtíðarmál sum undirsjóvartunnil.
Teir hugsa nógv meiri um hóttafall í alivinnuni, um flakavirkið í Vági, sum stendur stilt og um
arbeiðsloysið, sum stendst av tí.
Teir hugsað eisini um fallandi fólkatal og um fisk, sum fer óvirkaður av landinum.
Tað vita politikarar eisini av og tí snýr ein stórur partur av valstríðnum seg eisini um at skapa meiri arbeiði í oynni.
Í tí sambandi er nógv tosað um at fáa gongd aftur í fiskivinnuna.
Og uppskotini um, hvussu tað skal gerast, eru ymisk. Tað eru teir, sum síggja flutningskostnaðin ímillum Suðuroynna og Havnina sum ein stóran trupulleika. Men, hvussu tað kann loysast, eru ymisk uppskot um: Onkur vil hava flutningsstuðulin upp, men tað eru eisini tey, sum halda, at tað skal vera nógv bíligari, um ikki ókeypis, at flyta fisk og annan farm við Strandferðsluni.
Onkur annar heldur, at hyggjuráðini eru at einskilja Fiskavirking so at onkur kann keypa virkið í Vági, sum er sinnaður at lata tað upp aftur.
Onkur annar helt, at tað skal vera eitt krav til Fiskavirking, at virkið í Vági verður latið upp aftur.
Hinvegin er lítið ítøkiligt tosað um, hvussu alivinnan kann fáast á føtur aftur.
Men eitt, sum fleiri flokkar eisini hava á skránni, er, at tað skal stovnast okkurt slag av íløgustuðuli til vinnuna í Suðuroynni. Onkur valevni halda, at gongda leiðin er at seta ein Suðuroyargrunn á stovn eftir sama leisti sum sandoyargrunnurin, ið rættiliga fekk lív aftur í vinnulívið har, og Føroyagrunnurin, sum eigur lívið í vinnuni í Norðoyggjum.
Onnur halda vilja ikki vita av fleiri almennum grunnum. Tey halda ístaðin, at Framtaksgrunnurin skal broytast, so at hann fær serligar skyldur at veita stuðul til verkætlanir úti í teimum ymsu økjunum.
Eitt evni, sum fleiri flokkar í Suðuroy egna við, er, at sleppa teir framat í politikki, skulu almenn arbeiðspláss og almenn umsiting flytast til Suðuroyar.
Ella sum tikið var til, at tað skuldi skipast fyri einum rættvísari býtið ímillum tey ymsu økini av landsins ágóðum.
Hinvegin eru tað eisini tey, sum halda, at tað er fáfongt at lova at flyta almenn arbeiðspláss til Suðuroynna. Tey eru sannførd um, at tað letur seg aldrin gera, tí til tað eru politikararnir í miðstaðarøkin um ov sterkir, og teir vilja ikki lata nakað frá sær.
Av teimum meiri óvanligu hugleiðingunum vóru frá einum valevni, sum legði stóran dent á umhvørvið og hann reisti spurningin um at seta vindmyllur á havsins botn fyri at útnytta havstreymarnar til orku.
Stórmálini lítið viðgjørd
Hinvegin kann ikki sigast, at tey stóru og eymu málini, sum hava eyðkent valstríðið í fjølmiðlunum, hava fangað suðuroyingar, tí her hevur valla eitt orð verið at hoyrt um fosturtøkur og samkynd ella aðrar, víðfevndar, siðsemiligar spurningar.
Tað kann heldur ikki sigast, at eldrarøkt og barnaforsorg, hava verið av fremstu valagnum í Suðuroy hesuferð, tó at onkur hevur tikið hesi málini upp á tunguna.
Valevnini í Suðuroy hava heldur ikki gjørt serliga nógv burturúr ríkisrættarligu støðuni, ella støðuni hjá Føroyum mótvegis ES.
Annars gekk tað, sum vanligt: Umboðini fyri samgonguna vístu á tað, sum varð gjørt fyri Suðuroynna og umboðini fyri andstøðuna vístu á tað, sum heldur átti at verðið gjørt og tað, sum ikki varð gjørt nóg væl.
Og øll valevnini royndu at sannføra veljaran um fyrimunirnar við at velja akkurát tey, ella teirra flokk og vansarnar við at velja onkran annan.
Í so máta var alt sum tað plagar.
Men í einum valstríð skal eisini verða rúmd fyri einum sindri av skemti. Og í valstríðnum í Suðuroy hevur tað villasta verið tankin um at sprongja rúsuna í luftina. Tað skuldi helst ikki takast sum tað varð sagt, men ongin ivi kundi vera um, at hetta valevnið helt um brennivínssøluna.
Tað fekk hann ikki undirtøku fyri. Tvørturímóti var tað onkur sum helt, at føroyingar áttu sjálvir at farið undir at gjørt brennivín til útflutnings.
Slagið stendur ímillum teir stóru
Suðuroyingar mugu eisini sanna, at tað er ymiskt, hvussu flokkarnir brynja seg til valstríðið. Tað eru serliga teir fýra stóru flokkarnir, sum hava markerað seg í valstríðnum, men teir smáu tykjast mestsum at hava givið upp frammanundan.
Soleiðis hevur Hin stuttligi flokkurin als ikki havt orðið í valstríðnum í Suðuroy, heldur ikki á teimum báðum valfundunum, sum hava verið, og miðflokkurin hevur bara verið umboðaður við trimum valevnum á øðrum fundinum og tveimum á hinum. Í øðrum fundinum var bara ein sjálvstýrari og á hinum vóru tveir.
Tað hava eisini verið umboðini fyri teir smáu flokkarnir, sum hava staðið fyri tí skemtiliga partinum av valstríðnum.
So teir smáu flokkarnir munnu ikki vænta sær so nógv í Suðuroy, men tað plaga teir heldur ikki at fáa, tó at atkvøðurnar kunnu gera mun í einum samlaðum roknistykki, tá ið eykalimirnir til løgtingið skulu finnast.
Og eitt mugu so suðuroyingar sanna og tað er, at ongantíð hava flokkar og valevni arbeitt so dúgliga fyri at gera vart við seg og seinastu dagarnar hevur tað regnað niður í hvørt hús við valbløðum og faldarum, bæði fyri teir einstøku flokkarnar, men eisini fyri einstøk valevni.
Men valstríð ella ikki: Eitt av valevnunum skar valstríðið út í papp, á ið hann helt fyri, at øll vilja Suðuroynni tað besta, men upp á hvør sín máta? og ivaleyst er tað ikki sørt av sannleika í hesum.