Enska fótbóltssambandið hevur skuldsett venjaran hjá Manchester United, Louis van Gaal, fyri at ivi um gegnið hjá dómaranum, eftir málleysa javnleiki móti Cambridge í januar.
Louis van Gaal var ikki fegin um úrslitið í FA Cup dystinum. Hann segði aftnaá við miðlarnar, at í slíkum dystum var ímóti tí stóra felagnum. Vøllurin var vánaligur, mótstøðuliðið spældi við meiri megi enn vanligt, meðan tað er lættari at verja enn at leypa á.
- Og so er dómarin, tað er altíð tað sama líka mikið hvar eg havi verið venjari, segði Louis van Gaal eftir dystin í Cambridge.
Í skuldsetingini hjá enska fótbóltssambandinum stendur, at Louis van Gaal við hasi viðmerkingini hevur sáað iva um gegnið hjá dómaranum. Louis van Gaal hevur til 9. feburar at svara skuldsetingini.
Hann hevur roynt nógv í sínum yrki sum venjari hjá millum annað Barcelona, Bayern Munchen og hollendska landsliðnum. Nú hevur Louis van Gaal eisini roynt at blíva skuldsettur av enska fótbóltssambandinum.
Annars kann leggjast afturat, at Manchester United í gjár vann umdystin móti Cambridge United 3-0, og er víðari til fimta umfar í FA Cup.