Marcus Rashford hevur upplivað mest ótrúligu vikuna í lívi sínum við tvær tveimum málum í sínum fyrstu tveimum dystum fyri Manchester United. Fyrst ímóti FC Midtjyllandi í Europa League, og síðani ímóti Arsenal í Premier League.
Nógva umrøðan hevur tó sína baksíðu. Áhugin fyri 18 ára gamla Marcus Rashford, sum var púra ókendur fyri einari viku síðani er vaksin so nógv, at nú standa tíðindamenn í hópatali uttanfyri heimið hjá honum við einari vón um at fanga eina góða søgu um tann unga, evnaríka framherjan hjá Manchester United.
Hetta hevur fingið øði í høvuðsvenjaran hjá Manchester United. Louis van Gaal, høvuðsvenjari gav ilt av sær á tíðindafundi á Old Trafford í Manchester í dag, og heitti á miðlafólk um at geva Marcus Rashford, og bað tey lata verða við at liggja uppá lúr uttanfyri heimið hjá tí unga Rashford.
Louis van Gaal segði eisini á tíðindafundinum, at nú fer hann at arbeiða fyri, at teir meiru royndu spælararnir hjá Manchester United fara at vegleiða unga Marcus Rashford hvussu hann skal takla alt hóvastákið, sum er rundanum hann í hesum døgum: - Sum er fær Marcus Rashford ov nógva uppmerksomheit. Tað er langt frá altíð lætt hjá einum ungum leikara at takla slíka uppmerksomheti. Tað, sum Marcus Rashford hevur framt er ótrúligt, og eg skilji væl hví tit heiðra hann, men hann má verða støðugur í sínum avrikum framyvir, segði Louis van Gaal á tíðindafundinum á Old Trafford í dag.











