Í morgun var samkoma í Føroya Tele bygninginum, har starvsfólkini Heini Festirstein, vegna starvsfólkini hjá Føroya Tele, handaði Hjalta í Jákupstovu, nevndarformanni í Reyða Krossi, eina peningagávu til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum.
Starvsfólkini høvdu sjálvi tikið stig til innsavningina, meðan leiðslan í Føroya Tele játtaði at stuðla átakinum við at tvífalda innkomnu upphæddina hjá starvsfólkunum.
Sostatt kundi Heini Festirstein í morgun handað Reyða Krossi eina gávu á 40.200 krónur.
Á teirra Facebook-síðu fegnast Reyði Krossur yvir, at telefyritøkan vísir sosiala ábyrgd.
Reyði Krossur hevði landsinnsavning seinasta leygardag. Enn er óvist hvussu nógvur peningur varð latin í innsavningini, men undirtøkan fyri at hjálpa hevur aldrin verið størri, og fleiri fólk vórðu send heimaftur, tá tey komu at hjálpa við innsavningini, tí allar bússurnar vóru longu bílagdar.