Lottovinnari: Ein túr í "lítla skáp"

- Eg haldi, at eg fari at vita, um okkurt er í "lítla skápi" at feiðra vinningin við.

Tað segði pensjónisturin úr Tromsø, tá Norsk Tipping ringdi til hansara og fortaldi honum, at hann var vorðin næstan 8 miljónir norskar krónur ríkari.

Tríggir persónar høvdu sjey tøl røtt, tá drigið varð í Norsk Tipping leygardagin.

Tá ringt varð til pensjónistin úr Tromsø, segði hann, at hann hevur arbeitt, síðan hann var 14 ára gamal, og at tær 7.859.260 miljónir krónurnar koma væl við.

- Nú fari eg ein túr í "lítla skáp" at vita, um okkurt er har at feiðra vinningin við, segði hepni og eydnuríki pensjónisturin.

Hinir stóru vinnararnir í Norsk Tipping leygardagin var ein maður úr Rælingen og ein kvinna úr Asker, sum bæði vunnu miljónaupphæddir.