- Eg fari at vera góður við míni systkin og eg fari at lata nakað til vælgerandi endamál, sigur 72 ára gamli lottomillióningurin úr Klaksvík.
Tann hepni føroyingurin, sum síðsta leygardag vann heilar 8.5 milliónir krónur hevur prátað við heimasíðuna hjá danske spil í Danmark.
Tað var sunnudagin, at tann 72 ára gamli klaksvíkingurin, sum ynskir at vera dulnevndur, kannaði sín lottoseðil og gjørdist varugur við stóra vinningin.
- Eg sá viðmerking á netinum um, at tað var ein føroyingur, sum hevði vunnið. Eg trúði sjálvandi ikki tað var eg, men eg kannaði míns egðil beinan vegin og umaftur og umaftur inntil eg varð samdur við meg sjálvan um, at eg átti tey sjey vinnaratølini, sigur klaksvíkingurin við danske spil.
Hann hevur fýra systkin og hevur tikið støðu til, at hann ætlar sær at vera góður við tey, nú hann hevur vunnið stóra vinningin.
- Eg fari at geva ein stóran part til vælgerandi endamál. So fari eg at vera góður við míni systkin og eg fari at byggja húsið liðugt, sigur hann.
Lottomillióningurin hevur búð í húsum sínum í 25 ár, men tað er ongantíð blivið liðugt, men nú skal tað vera.
- Eg eri sera glaður. Eitt sindur skelkaður, men glaður, sigur klaksvíkingurin við heimasíðuna hjá danske spil