Lort í Býin í Vági

Leygardagin vitja Meyla og vinir í Vági og hava á skránni leik, sang og dans

Leygardagin 12. apríl verður stórt barnatiltak í Vági. Tá vitja Meyla og vinir í Suðuroynni við stórum tiltaki, ið er fyri børn í øllum aldri. Meyla og vinir hennara eru landskend fyri sangirnar frá fløguni Lort í Býin, og nú fáa børn í Suðuroynni høvi at uppliva stuttligu persónarnar og sangirnar á palli.

Tiltakið verður í høllini í Vági leygardagin klokkan 15. Men umframt ber eisini til at tekna seg til dansiskeið, so ein dugir dansirnar, tá konsertin fer í gongd. Dansiskeiðið er fyri børn í 1. til 3. flokki frá klokkan 11 til 12 og fyri børn í 4. flokki og eldri frá klokkan 13 til 14. Tilmelding til dansiskeið fer fram á telefon 253474.

Forsølan av atgongumerkjum til stóra barnatiltakið fer fram á Shell og Statoil í Vági og í Handlinum í Toftum í Vági og á Statoilstøðini á Tvøroyri. Atgongumerkini kosta 125 krónur. Limir í Barnablaðnum Strok fáa atgongumerkini fyri 100 krónur og er hetta eisini galdandi fyri foreldur og systkin teirra.

Tað eru 7.a og 7.b í Vágs Skúla, ið skipa fyri.