Lors Dukajev hevði tvær bumbur

Lors Dukajev, sum varð tikin í Keypmannahavn eftir eina spreinging á Hotel Jørgensen tann 10. september, hevði eftir øllum at døma eina bumbu við sær, tá hann kom úr Belgia til Danmarkar. Tað sigur danska kringvarpið frá løgregluni.

-Tær teknisku kanningarnar vísa, at maðurin hevði tvær bumbur. Hann hevði eina við sær til Danmarkar, men tá hann ikki fekk hana at virka, gjørdi hann eina aðra. Hetta var helst ein brævbumba, men hon brast inni á hotellinum, sigur Jens Rasmussen, ákæri, við DR.

Upprunaliga bleiv Lors Dukajev skuldsettur fyri at hava gjørt eina bumbu og fyri at hava vápn, men skuldsetingin er víðkað, eftir at løgreglan hevur fingið meiri próvtilfar, sigur DR.

Lors Doukaev er varðhaldsfongslaður til tann 10. januar, og tá fer løgreglan at krevja, at hann skal sita í varðhaldinum fýra vikur afturat.