Í morgin, leygardagin verður stórur loppumarknaður í KFUM í Havn. Eisini verður café við livandi tónleiki. Allur peningurin sum kemur inn, fer til eitt toymi hjá Heimamissiónini sum í summar fer til Cambodia.
Í fjør var toymið á eini líknandi ferð í Cambodia, og høvdu tey tá m.a. eina sera væleyðnaða legu saman við teimum fátæku, ungu í Siem Reap økinum.
Ætlanin er aftur hesaferð at møta teimum á henda hátt.
Høvið er hjá fólki at stuðla loppumarknaðinum , eisini við at lata lutir. Tikið verður ímóti teimum í kvøld frá kl. 17-20 í Meinigheitshúsinum í Havn (tað reyða húsið við SMS).
Loppumarknaðurin í KFUM byrjar kl. 10 í morgin og heldur fram til kl. 16.