Gunhild Dahl Niclasen er ein av rovarunum hjá Skótaliðinum Nólsoyar Páls, sum skipar fyri loppumarknaðinum. Hon sigur, at tey hava nú í nøkur ár skipað fyri tiltøkum heldur enn at ganga hús úr húsi.
- Vit tíma ikki so væl at ganga runt longur, tað kunnu tey yngru heldur gera. So hava vit valt heldur at skipa fyri onkrum tiltaki. Vit hava vanliga havt køkutombola og so bilvask. Men í ár verður tað so loppumarknaður, greiðir hon frá.
Hon sigur, at tað sum heild hevur verið tikið væl undir við teirra tiltøkum undanfarin ár. Hóast veðrið so avgjørt ikki altíð hevur verið við teimum.
- Tað eina árið noyddust vit at avlýsa, tí tað var stormur úti, so hugsingur var ikki um at vaska nakran bil, sigur Gunhild.
Men í ár verður veðrið so ikki nakar trupulleiki, tí loppumarknaðurin verður inni í skótahúsinum, Uppistova, leygardagin. Tað verða einans lutir og ikki klæðir á loppumarknaðinum, og Gunhild sigur, at um fólk hava lutir at lata, so kunnu tey koma í Uppistovu við teimum fríggjakvøldið millum klokkan 19 og 21.
Loppumarknaðurin verður frá 10 til 14 leygardagin.