Lopið er langt frá tí avmarkaðu bygdini til tann avmarkaða heimin

Lat okkum ikki missa bygdina burtur í hesi alheimsgerðing, men lat okkum støðga á og varðveita nógv av teimum góðu virðum, sum okkara forfedrar hava lagt í okkum

 Tað er av ovurstórum týdningi, at fólk kenna sín samleika. Vit hava onkuntíð sagt, at tað er á fortíðina, vit byggja framtíðina.
Hesi orðini segði Magnus Hansen, formaður í Porkeris Fornminnafelag, tá ið bygdarsavnið í Porkeri alment varð tikið í nýtslu fríggjadagin.
Og savnið er eisini rættiliga fjølbroytt, serliga tá ið hugsað verður um, at talan er um lutfalsliga lítla bygd og at savnið er akkurát upplatið.
Tað er gamli skúlin í Porkeri, sum nú er gjørdur til eitt prýðiligt og fjølbroytt bygdarsavn, sum Porkenningar kunnu vera ernir a av vísa fram.
Magnus Hansen helt, at tað mundi vera við blandaðum kenslum, at eldri porkenningar minnast tann gamla skúlan, tí har hava verið bæði góðar og tyngri løtur.
 Hesin skúlin var karmur um skúlagongdina í Porkeri í 96 ár - frá 1888 til 1984 og her á leið hava so øll børn í Porkeri í hesum tíðarskeiði havt sína dagligu gongd.
Og skúlin í Porkeri hevur eisini sína forvitnisligu søgu.
Í hesum sambandi nevndi hann eisini, at tað var júst í hesum skúlanum, at Danjal í Ungagarði um næstseinasta aldarskifti fór undir at undirvísa skiparum.
 Skúlabørnini hildu til í skúlastovuni, sum er móti Bakkafløtti, og skipararnir hildu til í stovuni hjá Danjali og Katrinu úr Jógvansstovu. Tann stovan er tann vestari parturin av teirri stóru skúlastovuni.
- Tað verður sagt, at tá ið Danjal undirvísti børnunum í Hovi, undirvisti Katrina skiparanæmingunum og hon hevur óivað vera fyrsta kvinna, sum hevur undirvíst skiparum. Men góða barlast munnu teir hava havt við sær, tí onkur av teimum gjørdist rokskipari.
Hann legði, afturat, at Danjal í Ungagarði doyði bara alt ov ungur, tí bara 45 ára gamal legði hann árarnar inn í 1904.
Nógvur og góður stuðul
Magnus Hansen segði, at tá ið Porkeris Fornminnafelag varð stovnað í 1995 var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at seta gamla skúlan í hóskandi stand, so at hann ikki skuldi standa sum ein bygdarskomm.
 Øll tosaðu um hann, men eingin gjørdi nakað við tað.
Hann segði, at bygdarráðið í Porkeri var ógvuliga lagaligt, samstundis sum Arni Thorsteinsson á Føroya Fornminnissavn hevði verið teimum hollur ráðgevari. Og stuðulin frá bygdarfólkinum hevur heldur ikki trotið.
Tey gjørdu sum so mong hava gjørt, skipaðu fyri fyri bingo, jólasølu og kakutombola til at útvega pening til endamálið.
Og nú er tað so eydnast at lata savnið upp.Formaður í felagnum sigur, at nú fara tey at finna eina skipan fyri, hvussu savnið kann vera opin og, hvussu áhugað kunnu sleppa inn at síggja tað.
Nú savnið læt upp, fingu tey eisini eina heilsan frá Eli Frederiksen, borgarstjóra, vegna bygdaráðið, frá Einari Larsen vegna savnið á Tvøroyri og frá Hilmari Bech, sum hevur verið lærari í skúlanum í nógv ár.
Stóran týdning at kenna okkara samleika
Magnus Hansen helt eisini, at eitt bygdarsavn hevur ovurstóran týdning fyri bygdina.
 Tað er av ovurstórum týdningi, at fólk kenna sín samleika. Vit hava onkuntíð sagt, at tað er á fortíðina, vit byggja framtíðina.
Hann segði, at hetta skuldi ikki skiljast soleiðis at vit skulu læsa okkum føst í fortíðini ella í framtíðini, men at vit standa og liva í nútíðini og skoða í framtíðina.
 Bygdasamfeløgini vóru rættiliga afturlatin og fastløst í tí dagliga, ikki so at skilja at fólk ikki hevði við hvønn annan at gera. Tvørturímóti. Fólk livdu tætt upp at hvør øðrum, men vantandi samskifti og samferðsla gjørdu tað, at fólk livdu í síni egnu bygd og alt uttan fyri bygdina var tað fremmanda.  Tó so, vit hoyra um dansiferðir og fólk tóku seg saman at fara til møtir í øðrum bygdum. Tá ið vegirnir komu og fólk fingu arbeiði í teimum størru bygdunum, tá opnaðist bygdin og nú tað er so stutt at fara hagar, sum hevði tikið dagsferðir at fara, áðrenn vegirnir komu.
Hann vísti eisini á, at heimurin er vorðin minni.
 Nú kunnu vit hava okkara arbeiði hinumegin á jarðarknøttinum og kortini hava okkara bústað her. Frá teirri avmarkaðu bygdini og til tann avmarkaða heimin er eitt rættiliga stórt lop, og tað er her vit mugu støðga á og hugsa um okkara samleika. Hvør eri eg, hvaðan komi eg og hvagar gongur leið mín? Hann helt, at vit máttu ikki missa bygdina burtur í hesi alheimsgerðing, men vit eiga at støðga á og varðveita nógv av teimum góðu virðum, sum okkara forfedrar hava lagt í okkum.
 Tað er hetta, sum vit kalla mentan, segði Magnus Hansen.
Hann vónaði tí at bygdarsavnið má minna okkara fólk á, hvaðan okkara røtur eru og hvør legði lunnar undir okkara samfelag, og at vit ikki eru sum tey fýrbeintu, men bara taka til okkum uttan at takka fyri tað.