Talsfólk fyri mótmælisfólkini í Sýrialandi og mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at í minsta algi 217 fólk doyðu, tá herurin søkti at fleiri málum í býnum Homs.
-Herurin sendi eina røð av granatum inn í býin. Eldur er í fleiri bygningum, og aðrir eru javnaðir við jørðina, sigur felagsskapurin Syrian Observatory for Human Rights, sum hevur høvuðssæti í London.
Talið á deyðum er ikki váttað aðrastaðni, men tær arabisku sjónvarpsstøðirnar Al Jazeera og Al Arabiya hava víst myndir av nógvum deyðum og særdum.
Seinnapartin í dag skal trygdarráðið hjá ST taka støðu til eitt uppskot um at finnast at stýrinum í Sýrialandi. Tað er óvist, um Russland fer at atkvøða fyri, ella um landið fer at brúka sín sýtingarrætt ímóti uppskotinum.