Eg minnist fleiri luftálop. Tey vóru oftast í Havn og á Skálafjørðinum, tí har lógu altíð krígsskip.
Eg minnist, at ein tangabátur lá fyri akkeri yviri av skipasmiðjuni á Skála, tá eg og abbi einaferð fóru norður í Boð at bera torv úr tí ovari krónni og oman í krónna á bakkanum. Stríðið var nógv at fáa torvið til hús. Seinni, tá ið viðraði, fekk abbi ein bát til láns av Skipanesi og farið varð norður í Boð, har torvið so bleiv fylt í sekkir, sum síðani vóru laðaðir í bátin. Fyrst á miðjuni, so framman og aftan á bátinum. Millum stakkarnar av sekkum var pláss rógva. Øll máttu sita pinna still, so at báturin ikki skuldi rulla og taka sjógv inn, fríðborðið var bert nakrar fáar tummar. Tá ið vit vóru komnir á Skipanes, kom ein lastbilur eftir torvinum og koyrdi tað yvir til Gøtu.
Tað var ein heystardag, at vit bóru torvið oman. So hoyri eg nøkur "bunk", sum tá ið bumbur verða kastaðar. Eg sigi við abba, at nú eru teir aftur eftir "Caroline Thorden". Hetta var ein finskur dampari, sum var á veg til USA við pappíri og nøkrum ferðafólkum. Hon var sett upp á land norðuri í Sundalagnum. Teir høvdu fingið frítt at fara - frá bæði týskarum og teimum sameindu - men hóast hetta bleiv hon bumbað av týskum flogfari, tá ið hon lá í Nólsoyarfirði. Eldur kom í lastina og skipið brendi í fleiri dagar. Nøkur av teimum umborðverandi doyðu og onnur fingu skaða. Eg búði í Havn tá og var á keiuni, tá ið “Streymur” kom við fólkinum. Reyða Kross ambulansurnar hjá hermonnunum fingu ikki koyrt fyri fólki, sum var komið oman á keiuna. Teir noyddust tí at rópa “luftalarm”, fyri at fáa fólkið at renna burtur av keiuni, so ambulansurnar kundu sleppa at koyra skaddu fólkini á hospitalið.
Vit eru nú aftur norðuri í Boð, og eg hoyri eitt kraftugt surr aftanfyri meg. Omma hevði sæð flúgvaran koma lágt yvir sjógvin inn eftir víkini, og so upp um fjallið, og tá fara skjútsini á Skálalandinum at skjóta eftir flogfarinum, og granatirnar brustu rundan um meg. Eg rann yvir undir steinarnar at kroka. Tað var har, vit annars plagdu at fáa okkum ein drekkamunn. Tá ið flúgvarin so kemur hinumegin fjørðin, verður skotið frá Skipanesi og Søldarfirði, og hann fer so yvir ímóti tangabátinum, sum lá fyri akkeri á fjørðinum. Skjúttin umborð á tangaskipinum skjýtur fyrst tvær ferðir eftir flogfarinum, og so skjýtur flúgvarin tvær ferðir móti tangabátinum. So varð ikki meira skotið teirra millum. Flogfarið kastaði bumburnar niður, og tað var eitt slíkt rok, at eg helt, at tangabáturin var sokkin. Men tá avtornaði fleyt hann framvegis. Morgunin eftir fáa vit at vita, at skjúttin umborð varð dripin.
Tjúgu ár fram
Nú fari eg at leypa tjúgu ár fram í tíðina. Eg var tá á Umboðsstovuni í Aberdeen. Tá kemur ein maður og bankar uppá. Tann dagin var seyðamarknaðardagur, og hann hevði ein fjallstav í hondini. Hann segði seg vera seyðabóndi nærindis Scrabster. So segði hann, at beiggi hansara doyði í Føroyum undir krígnum. Sjálvur livdi hann ikki heilt væl. Hann átti eina systur, sum var á lívi, og tey bæði vildu fegin vita, hvat ið var hent við beiggjanum. Tey høvdu bert fingið eitt stutt fjarrit við boðum um, at beiggin var "killed in action". Tað var ikki loyvt at siga meira, tí fíggindin mátti ikki fáa at vita meira enn neyðugt. Hann fortaldi, at beiggin var í flotanum og tá eg spurdi nærri, greiddi hann frá, at beiggin var ein "gunner", kanónskjútti. Eg spurdi, um hann sigldi við einum tangabáti. Svarið var: "Jú, júst tað". Tá kundi eg greiða bóndanum frá, at eg hevði sjálvur sæð tilburðin, og eg kundi váttað, at beiggin veruliga var deyður í einum samanbresti.
Tá ið eg komið oman aftur í fjøruni, stendur abbin har og skimast upp í luftina. Eg bað hann fyri alt í verðini um at leggja seg niður.