Í minsta lagi 36 fólk lógu eftirá í bumbuálopum á fleiri kirkjur har norðuri í Nigeria í gjár og í ófriðinum, sum stóðst av álopunum.
Myndugleikarnir siga, at innan fyri ein tíma sprongdu tríggir sjálvmorðsbumbumenn seg í luftina í trimum kirkjum í Kaduma-landspartinum. Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknunum, men alt bendir á, at islamski felagsskapurin Boko Haram legði tær til rættis.
Nigerisku myndugleikarnir siga, at tær tríggjar atsóknirnar kravdu 16 mannalív, men tá tíðindini um atsóknirnar frættust, fóru ungir kristnir menn undir mótálop. Reyði Krossur sigur, at minst 20 fólk lótu lív í hesum hevndarálopinum.