Nógv virki hava seinastu tíðina verið noydd at minkað um virksemi sítt og siga fólk upp, men Look North í Klaksvík ger júst tað øvuta. - Er tað ikki í ringum tíðum, at skal royna at spenna seg út Tað haldi eg, sigur Árni Skaale, stjóri á Look North í Klaksvík.
Níggju ára gamla virkið byrjaði við at gera tvey sløg av kassum til alivinnuna. Tá alivinnan varð rakt av ILA, legði Look North um til eisini at gera vørur til feskfiskavinnuna og annað.
Nú er fyritøkan eisini farin at útflyta stólpar til saltfiskaplattar, bæði til Noregs og Íslands.
Virkið framleiðir 40 ymiskar vørur.
Seinasta ár gekk væl, men ikki heilt so væl sum árið fyri, sigur Árni Skaale, stjóri.
Gamla grannahúsið Norðborg er rivið niður, og har fer Look North at byggja ein goymslubygning, soleiðis at meira rúm verður í hinum húsinum til framleiðslu.










