Hóast tey sjey feitu árini beint nú hava verið!
Lækkandi konjunkturir fyri framman!
Ein av orsøkunum ? ella høvuðsorsøkin til samgonguslitið er, at teir báðir stóru ? Tjoðveldisflokkur og Fólka-flokkur eru greiðir yvir, at longu nú er hall aftur á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 ? og at trupult verður at fáa 2004-løgtingsfíggjarlógina at hanga saman, tí er avmynstrað.
Hettar er samstundis ein staðfesting av, at politikkurin frá 1998 er sligin feil á fleiri økjum. Tvær høvuðsorsøkir eru til hallið. Onnur er tann, at samgongan í hástórheit minkaði danska blokkin árliga við kr. 367 milliónum, hin orsøkin er, at miðfyrisitingin er vaksin fyrilitaleyst hesu 6 árini og útreiðslurnar hareftir.
Tað, at inntøkur Føroya fólks lækka nakað við hvørt, tað eru vit von við, og tað áttu løgtingið og landsstýrið at vitað. Vit liva í einum fiskivinnusamfelag, har landsbúskapurin gongur í bylgjum. Tað vita flestu húsarhald í Føroyum. Slíkt gevur svingandi inntøkur. Vita landsins kosnu ikki tað og duga at stýra hareftir, ja so gongur galið og tað er tað, sum hent er ? tey dugdu nú at síggja trupulleikarnar nærkast og rýmdu í land av skútuni. Tó var tað kanska tað frægasta, gerast kundi, tó tað ikki vísir ábyrgd.
Men hesum skilinum varð ávarað ímóti øll árini síðan 1998, men tey so sera klóku fullveldisfólkini vildu ikki lurta ? fullveldið fram um alt, tí er við at ganga galið nú her hjá okkum ? endarnir røkka ikki gaman.
At siga nei til inntøkur, samstundis sum vit hava kempuíløgur fyri framman, sum eru neyðugar fyri okkara framtíð, tað er ikki skilagóður politikkur. Andstøðan á løgtingi hevur ávarað móti hesum øll árini.
Ein nýggj samgonga má tíverri liva við hesum ógvusliga niðurskurðinum, men útreiðslurnar kann hon vónandi gera eitt sindur við sum frálíður. Okkum tørvar eina nýggja samgongu, ein nýggjan politikk.
Tað vil javnaðarflokkurin.










