Longu betur umtókt enn Schrøder

Sum er er tað einki, sum kann forða Angelu Mærkel at gerast fyrsta kvinnan í týska kanslaraembætinum. Men enn er valið ikki útskrivað

Hon skal gera okkurt álvarssamt mistak, ella skal hann finna upp á eitt ella annað heilt framúrskarandi.
Fyri einari viku síðani gjørdist greitt, at Angela Mærkel er kanslaraevni hjá teimum borgarligu í Týsklandi til valið í heyst, og alt bendir á, at tað var eitt gott val. Sunnudagin søgdu 46 prosent av teimum spurdu týskarunum, at kundu tey valt kanslaran beinleiðis, høvdu tey valt Angelu Mærkel. 38 prosent svaraðu, at tey høvdu valt Gerhard Schrøder aftur.
Úrslitið vísir, at undirtøkan hjá Angelu Mærkel er vaksin tíggju prosentstig tann seinasta mánaðin, samstundis sum Schrøder hevur mist fimm prosentstig av sínari undirtøku.
Teir báðir kristiligu flokkarnir, CDU og CSU, høvdu fingið so stóra undirtøku, var val til samveldistingið nú, at teir høvdu kunnað skipa stjóran uttan hjálp frá teimum fríu demokratunum. Teir báðir flokkarnir høvdu fingið 48 prosent, meðan sosialdemokratarnir hjá kanslaranum høvdu fingið 28 prosent. Hin stjórnarflokk-urin, Tey Grønu, hevði fingið níggju prosent.
Grundlógin forðar vali
Tað er kortini ikki óhugsandi, at Angela Mærkel og stuðlar hennara noyðast at bíða longri eftir sigrinum enn ætlað, tí enn er ikki vist, at val verður í Týsklandi í heyst, sjálvt um Schrøder hevur boðað frá tí.
Trupulleikin er, at Schrøder kann ikki koyra samveldistingið til hús, og tað kann samveldistingið heldur ikki gera Skuldi tað hent, at samveldistingið samtykkir at upploysa seg sjálvt, er tað upp til foretan at taka avgerð um nýval, og formliga eigur hann ikki at skriva út nýval uttan so, at stjórnin fellur við einum misálitisuppskoti. Og tað ger hon ikki.
Hin møguleikin er, at grundlógin verður toygd og tambað fyri at fáa nýval, men grundlógardómstólurin í Karlsruhe, sum hevur ta endaligu avgerðina í slíkum málum, hevur sagt, at tí er hann ikki hugaður fyri.