Úti við 100 fólk stóðu og bíðaðu uttan fyri handilin hjá Føroya Tele í miðbýnum leygarmorgunin.
Handilin læt upp í nýggum hami, og í hesum sambandi vóru tilboð upp á nakrar vørður fyri serprísir.
Handilin læt upp klokkan 10, men tey fyrstu stóðu longu uttanfyri einar tveir tímar frammanundan – uttan iva hava tey latið seg freista av at kunna keypa eitt nú ein iPad fyri slakar 500 krónur, sum eigur at kosta umleið 5.000 krónur. Tað má vera at keypa fyri spottprís.
Góðu tilboðini vóru avmarkað í nøgd, og tí var eittans til ráða at tak, at stilla seg í køina í góðari tíð...