Long bíðitíð eftir hjálpitólum

- Er tað hugsandi, at Hjálpitólamiðstøðini verður álagt at samstarva við privatar útbjóðarar í Føroyum, um hesir skjótari og kanska bíligari kunnu veita ta tænastu, sum brúk er fyri?
Løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, heldur, at tað, sum ræður um, er, at brúkarin fær eina góða tænastu og at almenni peningurin, sum verður játtaður til hjálpitól, í mest møguligan mun at kemur brúkarunum til gagns

Hjálpitól
Løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, hevur sett landsstýrismanninum, Páll á Reynatúgvu, ein skrivligan fyrispurning um Hjálpitólamiðstøðina og ta tænastu, sum stovnurin veitir brúkarunum.
Í fyrsta lagi spyr løgtingsmaðurin, hvussu langa bíðitíð, ein brúkari skal rokna við at hava, um hann hevur tørv á einum hjálpitóli, t.d. eini el-song.
- Er tað rætt, at bíðitín í summum førum kann vera meira enn eitt ár, spyr Kári.
Í øðrum lagi vísir hann á, at á fíggjarlógini 2001-2002 var játtanin til at økja
starvsfólkatalið á Hjálpitólamiðstøðini hækkað eina góða miljón.
- Men er bíðitíðin eftir hjálpitólum stytt munandi í ár av hesi orsøk, spyr hann.
 Løgtingsmaðurin vísir í triðja lagi á, at á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, upplýsir landsstýrismaðurin, at Almannaráðið fer í holt við at kanna bygnaðin á Hjálpitólamiðstøðini fyri at staðfesta, um broytingar kunnu gerast, soleiðis at viðskiftafólk fáa eina betri tænastu.
- Kann út frá hesum staðfestast, at verandi tænasta ikki er nøktandi og
kann hugsast, at ein slík broyting eisini kann fevna um einskiljing av virkseminum?
Í fjórða lagi vil løgtingsmaðurin hava at vita, um tað kann hugsast, at
stovninum verður álagt at samstarva við privatar útbjóðarar í Føroyum, um hesir skjótari ella betur og kanska eisini bíligari kunnu veita ta tænastu, sum brúk er fyri?

Skjótari avgreiðsla
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, vísir Kári P. Højgaard á, at Hjálpitólamiðstøðin er ein stovnur, sum veitir persónlig hjálpartól til einstaklingar ? alt frá avlamisbili, koyristóli, ymiskum sløgum av smærri hjálpartólum til bústaðarbroytingar.
 Hann vísir eisini á, at tað finst ein privatfyritøka í Føroyum, ið kann veita somu tænastur sum Hjálpitólamiðstøðin; tað er fyritøkan, Ergo og Hjálpartól.
 - Brúkarar hava ført fram, at privati útbjóðarin kann veita eina nógv skjótari
avgreiðslu enn tann almenni útbjóðarin, og at hesin somuleiðis kann veita
tænastu og upplæring í nýtsluni av hesum amboðum.
Løgtingsmaðurin heldur, at tað, sum ræður um, er, at brúkarin fær eina góða tænastu, og at almenni peningurin, sum verður játtaður til økið, verður nýttur skynsamiliga, so mest møguligt fæst fyri hann.
- Peningurin eigur í mest møguligan mun at koma brúkarunum til gagns,
sigur Kári P. Højgaard.
 Løgtingið samtykti, 8. november, at landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu, skal svara fyrispurninginum hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.