Lone Dybkjær úr Fólkatinginum

Eftir 35 ár í donskum og evropeiskum politikki gevst Lone Dybkjær Ein av teimum kendu kvinnunum í donskum politikki í mong ár, Lone Dybkjær, hevur nú boðað frá, at hon gevst og stillar tí ikki uppaftur næstu ferð.

Lone Dybkjær hevur verið virkin í politikki í meiri enn 35 ár og hevur verið fólkatingslimur hjá Radikala Vinstra, ráðharri, ES-tinglimur og harafturar forsætisráðharrafrúa sum kona Poul Nyrup Rasmussen.

Lone Dybkjær, sum er 68 ára gomul, avsannar í samrøðu við DR, at hon gevst, nú undirtøkan hjá teimum radikalu er minkandi.

Sjálvt ivast hon ikki í, at flokkurin fer at koma fyri seg aftur, tí tað er tørvur á honum, sigur hon.